Hvør hevur verið bestur, Villa ella Snejider?

FIFA hevur nú kunngjørt hvørjir teir tíggju leikararnir eru, sum kunnu vinna heiðurin sum besti leikari í hesum HM endaspælinum. Við hvør sínum fimm málum í part, eru spanski framherjin, David Villa, og miðvallarin hjá Hollandi, Wesley Snejider, favorittar at vinna heiðurin.

 

Fyrstu ferð at heiðurin varð givin var í 1982, tá var tað italiumaðurin, Paolo Rossi, sum vann heiðurin. Hinir vinnarnir eru Diego Maradona(86), Salvatore Schiliaci(90), Romario(94), Ronaldo(98), Oliver Kahn(02) og Zinedine Zidane(06).

 

Tríggir leikarar eru í uppskoti til besti ungi leikari í HM endaspælinum. Her er stóri favoritturin maðurin við 13-talinum á rygginum hjá týskarinum, Thomas Muller. Hann hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá Týsklandi, sum mátti lúta í hálvfinaluni fyri Spania. Hann hevur skorað fýra mál og lagt upp til trý. Fyri fýra árum síðani vann landsmaðurin hjá honum, Lukas Podolski, tann heiðurin.

 

Teir tíggju sum eru í uppskoti til heiðurin sum besti leikari í HM 2010 eru:

 

David Villa(Spania)

Wesley Snejider(Holland)

Asamoah Gyan (Ghana)

Diego Forlán (Uruguay)

Andres Iniesta (Spania)

Lionel Messi (Argentina)

Mesut Ozil (Týskland)

Arjen Robben (Holland)

Bastian Schweinsteiger (Týskland)

Xavi (Spania)

 

Teir tríggir, sum eru í uppskoti til heiðurin sum bestu ungi leikari í HM 2010 eru:

 

Thomas Muller (Týskland)

Andre Ayew (Ghana)

Giovani dos Santos (Meksiko)