Hvør hevur skuldina

Tað er sanniliga ein drúgv frágreinging, sum grein 19 nevndin hevur handað løgtinginum, um tað sum hendi í 80 árinum.

 

Heðin Mortensen,

løgtingsmaður


Tað er sanniliga ein drúgv frágreinging, sum grein 19 nevndin hevur handað løgtinginum, um tað sum hendi í 80 árinum.

Flestu okkara hava uttan iva lisið frágreiðingina, og hon er ein lemjandi atfinning at allari tí polittisku skipanini og einum stórum parti av umsitingini í 80-árinum.

Nógv verður tosa um at vaska hendur, tað ætli eg mær ikki. Men lat meg beinanvegin gera vart við, at eg ikki var ein partur av løgtinginum hesi árini, og hevði hvørki ávirkan á førda politikkin í løgtinginum, ella í landstýrinum. So er tað sagt.

Sum tað verður nevnt av fleiri embætisfólkum í sínum frágreiðingum, so byrjaði niðurteljingin, tá vit miðskeiðis í 70unum fingu nógv nýggj tingfólk.

M.a. sæst á síðu 178, at polittikararnir fyri ta tí, bæði tað sonevnda sjálvstýrislandsstýrið, og po-litikararnir sum komu beint aftaná, fáa nógv rósandi orð.

Men síðani heldur mestsum allur veruleiki uppat. Teir nýggju polittikararnir duga sær ikki hógv, og hóast landsstýrir og samgongur skiftu, so helt niðurteljingin fram, og alt endaði so við tí stóru vanlukkuni í 1988, og tí veruliga skrædlinum í 1992.

Nú er hendan frágreið-ingin soleiðis háttað, at tað ber til hjá fólki at lesa hana, og gera sær eina fatan av, hvat tað var sum veruliga hendi.

Men sum sjálv nevndin sigur, so var ikki pláss fyri øllum, um frágreiðingin ikki skuldi verið munandi longri.

Mær kemur í tí sambandinum til hugs ta sonevndu: ?Grønborg-frágreiðingina?, sum varð gjørd um bankamálið.

Tað er ein frágreiðing í fleiri bindum, og tá tað sum hendi í 80-árinum fekk nógv álvarsligari fylgjur fyri Føroya fólk, so gjørdi ta einki, um hendan frágreiðingin var størri,. Um ikki annað, so til ?skræk og advarsel? fyri komandi ættarlið og polittikarar.

Fleiri polittikarar, bæði núverandi og fyrrverandi, hava givið sítt ískoyti til frágreiðingina um 80-árini.

Eg má siga, at eg ikki eri stórvegis klókari av tí sum sagt verður, og hjá flestøllum bera frágreiðingarnar brá av undanførðslum, og einum ella øðrum ?bera í bøtuflaka? boðskapi.

Undantiknar eru kortini frágreiðingarnar sum politikararnir góvu í rættinum, í samband við tey nógvu skipamálini. Tað er lestur so tað forslær, bæði hjá polittikarum, embætisfólki og øllum føroya fólki.

Frá síðu 124 til 136 í frágreiðingini stendur frá-greiðingin sum ein embætismaður gav Føroya rætti, tá skipamálini vóru til viðgerðar.

Eg haldi at tann frágreiðingin sigur somikið nógv um veruligu støðuna í 80-árinum, at neyðugt er ikki at lesa stórvegis meir.

At so fleiri aðrir em-bætismenn eisini hava skrivað frágreiðingar, ger lesturin uppaftur áhugaverdari.

Tað kemur týðiliga til sjóndar, at embætismenn verri enn so altíð hava verið samdir, og hóast frágreiðingar eru skrivaðar eini 10 ár eftir at hendingarnar hava verið, so býr eitt týðuligt ?agg? undir.

Eitt gott dømi er um tað sum embætismaður skrivar á síðu 142 í frágreiðingini.

At talan hevur verið um ósemjur er kanska ov veikt, tað hevur verið beinleiðis kríggj ímillum embætisfólk.

Hvussu frá polittiskari síðu var handlað, sæst á síðu 167, sum er brotið um Skála Skipasmiðju. Tað sigur rættiliga nógv um tann polittiska hugburðin sum var.

Tað sama kann sigast um brotið á somu síðu, sum er um Fiskiskipaupphøgging.. Enn eitt talandi dømi um ?vanvitið?, sum ráddi á polittikska leikpallinum í Føroyum í 80-árunum.

Tá var í øllum førum embætisverkið broytt munandi, men tað tykist ikki at hava stórvegis týdning fyri gongdina í samfelagnum.

Aftast í frágreiðingini, frá síðu 331, eru grannskoðaðu rakstrarroknskapinir hjá landinum frá 1998 til 1999.

Hesar frágreiðingar gera í øllum førum greitt, hvussu tilvildarligt alt var í 80-árinum. Og so er bert at vóna, at polittikararnir ? vit, leggja okkum tað í geyma, og fara at royna at virka øðrvísi í framtíðini.

Eg kann ikki lata vera við at taka tað fram, sum skriva er í frágreiðingini um yvirtøkurnar sum framdar vóru í hesum tíðarskeiði.

Um yvirtøkunar frá 1975 til 1988, verður nágreinliga greitt frá, frá síðu 33 til síðu 41 í frágreiðingini.

Eftir tí sum har verður greitt frá, so var líkasum ein ?sportur? at yvirtaka so nógv mál sum gjørligt. Og tað var gjørt, uttan at neyðuga játtanin fylgdi við.

Aftur eitt talandi dømi um, at polittiska skipanin var út av lagi.

Fleiri av polittikarunum sum framvegis mynda løgting og landsstýrið, eru framvegis virknir, meðan aðrir hava valt at taka seg aftur.

Eg rokni við, at tit sum framvegis eru virknir hava ringan smakk í munninum, eftir at hava lisið frágreiðingina.

Tá atfinningar eru gjørdar at polittiska valdinum og umsitingarvaldinum í 80-arunum, so má eisini takast við, at peningastovnanir so sannliga høvdu sín stóra leiklut í tí sum fór fram.

Tað verður fleiri ferðir nevnt um óansvarligan búskaparpolitikk frá peningastovnunum, og at teir royndu at koyra meir ferð á, heldur enn at tátta í. Og so tey sonevndu spekulatiónslánini sum floymdu inn yvir landið. Har var nokk ikki nóg nógv togað í av landsstýrinum, tí hvørt einasta lán skuldi vera góðkent, men har hendi einki.

Peningastonanir fáa av at vit, og teir vóru teir sum at enda taptu í dansinum um ?gullkálvin?

Hvat ?showið? í 80-árunum hevur kosta borgarunum, er ikki til at fáa skil á, sigur grein 19 nevndin, men talan er um kanska einar 10 miljardir kr. tilsamans.

So vítt eg minnist, var samlaða føroyska skuldin eitt skifti einar 14 miljardir kr.

Tað hend eftir at veruliga uppgerðin, sum varð gjørd eftir valið 1988 kom fram. Tá øktist uttanlandsskuldin frá umleið 4 miljardir kr., upp í 8 miljardir kr.

Tað sum so hendi árini aftaná, var orsøkin til, at uttanlandsskuldin vaks og vaks, til hon at enda ?kulmineraði? uppi á umleið 14 miljardum kr.

Eg kann í hesum sambandi ikki bara mær við at siga, at støðan er lítið broytt enn.

Tit sum í dag mynda landsins stýri, tit hava ferð eftir ferð ført fram, at tað var ríkisstuðulin og heimastýrislógin, sum førdu til vanlukkuligu støðuna í Føroyum.

Soleiðis er veruleikin bara ikki, og tað verður víst aftur í frágreiðingini í 80-árini.

Í frágreiðingini verður víst á, miðskeiðis á síðu 145, at polittikararnir í 60-árunum og til miðskeiðis í 70-árunum ikki vildu binda landið ov nógv.

Har verður eisini sagt: at 80-árini settu landið í veð. Heimastýrislógin og stýrisskipanin var óbroytt.

Á síðu 181/82 verður sagt, at skilagóðu polittikararnir í 60-árinum og ein part av 70-árunum, stýrdu eftir somu fullfíggjaðu ella ófullfíggjaðu lógum sum polittikararnir í 80-árunum.

Og so verður sagt: ?Tað nyttar einki við lógarverki, líka mikið hvussu tað er skrúvað saman, um tað við vilja verður brotið hvørja ferð tað passar valdsharrunum, hvørja ferð tað er í vegin fyri teirra ætlan?.

So mong eru orðini, og tey siga ikki so lítið.

Eg kundi í hesum sambandi hugsað mær at nevnt tey dømir sum hava verið frammi.

Tað hevði einki við heimastýrislógina at gera, at vit fóru útav eggini. Tað hevði einki við ríkisstuðulin at gera, tí bert í 1988 læntu vit tvær ferðir so nógv sum ríkisstuðulin tá var.

Og fari eisini at loyva mær at vísa á nøkur dømi sum eru komin frá landsstýrismálanevndini, um ymisk viðurskiftir hjá landsstýrisfólkunum.

Og sum frágreiðingin um 80-árini sigur á síðu 184, loyvi eg mær at ávarða núverandi polittikarar, so ikki alt endar sum dømini á síðu 184 bera brá av.

Til tykkum sum nú arbeiða við at gera Føroyar til fullveldi. Tit verða kanska ikki mint um eina slíka gølu sum 80-árini vóru, men eg kenni meg sannførdan um, at tit uttan iva fara at verða kend fyri kanska tað sum er nógv verri.

Tit mugu minnast til, at Føroya fólk skal gjalda uppá skuldina frá 80-árunum líka til ár 2020. Í hesum sama tíðarskeiði hevur danska stjórnin eftirgivið okkum miljardir av skuld. Harvið hevur hon viðgingið eitt mistak í bankamálinum, men eg havi ikki hoyrt eitt einasta orð frá nøkrum av teimum polittikararum, sum vóru við til at koyra landið á húsagang í 80-árunum.

Og tað sigur ikki so lítið............