Hvør hevur givið Danmark loyvi til at hava sendistovu í Tel Aviv-Yafo?

Nú sigur danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, at Føroyar ikki kunnu hava sendistovu í Jerusalem.

Hvørja heimild hevur hon fyri at sýta okkum tað?

Sambært fólkarættin eru Danmark og Føroyar tvey javnbjóðis ríki. Tað ber ikki til hjá øðrum av teimum at fara í kríggj uttan loyvi frá hinum. Hetta vil siga, at vit hava sama uttanríkispolitikk.

Men danskir forsætisráðharrar virða ikki lóg og rætt. Teir taka avgerðir í uttanríkispolitikki uttan at vit hava givið teimum loyvi til tað.

Ein av hesum avgerðum er at lata upp sendistovu í Tel Aviv-Yafo.

Fyri at henda avgerð skuldi verið lóglig, skuldi stjórnin fingið loyvi frá okkum at tikið hana. Tað hevur hon ikki biðið um, og tí er henda avgerð heimildarleys.

Men tá uttanríkisráðharri okkara heldur, at vit skulu lata upp sendistovu í Jerusalem, forbjóðar forsætisráðharrin okkum at taka hetta stig. Hon sigur, at tað eru vit, sum ikki hava heimild til at taka eina slíka avgerð.

Men hvørja heimild teir sjálvir hava havt til at avgera, at teir kunnu lata upp sendistovu í Tel Aviv-Jafo uttan yvirhøvur at hava spurt okkum eftir, siga teir ikki eitt orð um. Tað er væl skiljandi, tí henda rætt hava teir ongantíð havt, og hava tikið hetta stig við vitandi og vilja til at bróta fólkarættin.

 

Zakarias Wang