Hvør hevur Føroya vakrasta yvirskegg?

Hvør hevur landsins flottasta yvirskegg - borið fram við stíli og sjarmu? Mikudagin 25. juli 2012 er Tom Selleck yvirskeggakapping í Sirkus. Hetta er annað árið, at kappingin verður hildin í Føroyum.

 

Nú er komið enn eitt sera skemtingarsamt innslag í náttarlív í Havnini. Menn skulu nú dystast um hvør hevur vakrasta yvirskeggið í landinum.

Tom Selleck er sum flestum kunnugt yvirskegga-kongurin mikli. Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu íslendingar at finna ein árligan líka í sínum landi við stási og geilan í Sirkus í Reykjavík. Í fjør byrjaði Sirkus Føroyar at bera tradisjónina víðari við at finna mest stórslidna yvirskeggið í Føroyum.

 

Vinnarin í 2011 gjørdist Bjartur Dal-Christiansen við síni massivu, væl trimmaðu yvirvarra-máttu.

 

Vertur til Tom Selleck kappingina 2012 er Finnur Koba.

 

Les meira á Facebook síðuni her:

www.facebook.com/events/346195185449519/