Seinnapartin leygardagin er føroyinga-uppgerð í íslendsku steypafinaluni, sum verður leikt á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Í finaluni, sum byrjar klokkan 17 møtast FH, sum hevur Gunnar Nielsen í málinum og ÍBV, sum hevur Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs í hópinum.
Sambært veddingarfyritøkunum og øðrum serfrøðingum er FH favorittur til at vinna dystin.
Í sendingini "Sportboxin" á Rás2 fyrrapartin prátaði André Olsen við Kaj Leo í Bartalsstovu og Gunnar Nielsen. Báðir eru vónríkir um at kunna koppa finaludystin teirra verð, og báðir vænta ein javnan og spennandi dyst.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar André Olsen hevði við Kaj Leo í Bartalsstovu og Gunnar Nielsen.