Umboðandi hundraðtals føroyingar, eru útvið 50 persónar í uppskoti at fáa "Månedens Buket" frá vælumtókta sjónvarpslæknanum.
Tað er komandi vikuskiftið, at læknin frá Læknin hevur orðið vitjar í Føroyum. Leygardagin kl. 15.00 í Norðurlandahúsinum og sunnukvøldið kl. 19.00 á Hotel Norð.
Frá IRIS, ið fyriskipar vitjanina, verður sagt, at sera nógvir og áhugaverdir persónar eru í uppskoti, og tað verður torført at taka dagar ímillum tey mongu góðu uppskotini, men ein skal so veljast út. Ein innstilling er gjørd, sum sjónvarpslæknin sjálvur sleppur at velja
ímillum, eftir at hann sjálvsagt hevur gjøgnumgingið øll innkomin uppskot.
Avgjørt er, at ein persónur verður heiðraður í Norðurlandahúsinum, og ein á Hotel Norð á Viðareiði.
? Enn eru nøkur atgongumerkir eftir, ið fáast í Norðurlandahúsinum, á Kunningarstovuni í Havn og á Statoil-støðini í Klaksvík, siga fyrireikararnir.