Hvør eigur hendan?

Um Sea Shepherd ikki gevur til kennar, hvør grein eigur skjóttgangandi bátin Farley innan 20. oktobur, verður báturin seldur á almennari uppboðssølu seinni í ár.

 

Talan er um bátin, sum varð afturhildin av løgregluni eftir grindina í Kalsoyarfirði 20. juli 2015. Grindin kavaði, men manningin á Triton tók skjóttgangandi bátin hjá Sea Shepherd, sum royndi at leggja seg upp í drápið og handtók manningina.

 

Ákæruvaldið valdi tó at sleppa skuldsetingunum móti teimum báðum umboðunum hjá Sea Shepherd.

- Vit mettu ikki, at vit fóru at prógva á haldgóðan hátt, at tey vóru komin nærri grindini enn eina sjómíl, og tí mettu vit tað vera rættast at sleppa skuldsetingunum, sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri.

 

Spurningurin er so, hvat skal gerast við Farley, bátin, sum løgreglan legði hald á. Linda Margrethe Hesselberg greiðir frá, at tá hald verður lagt á ein lut, er nokk at gera tað frá teimum, sum ráða yvir lutinum.

 

Í hesum førinum er so talan um at skuldsetingarnar verða sleptar, og so skal Farley jú latast út aftur. Linda Margrethe Hesselberg sigur, at luturin, sum hald er lagt á, tá ikki kann latast út aftur til teirra, sum ráddu yvir honum. Luturin kann einans latast aftur til eigaran av lutinum. So í hesum førinum kann Farley einans latast rætta eigaranum.

- Orsøkin til hetta er, at um vit lata lutin út til onnur enn eigaran, kann eigarin koma við einum endurgjaldskravi til løgregluna. Tí mugu vit nú staðfesta, hvør eigur Farley, sigur Linda Margrethe Hesselberg. Inntil tað tí, verður báturin verandi í varðveitslu hjá løgregluni.

 

Jógvan Páll Lassen hevur verið verji hjá Sea Shepherd í málunum, sum hava koyrt í Føroya rætti. Hann hevur eisini útflýggjað løgregluni skjøl, sum skulu vísa, at hann umboðar eigaran av bátinum, men ákæruvaldið metir ikki, at hesi skjølini greitt vísa, hvør eigur Farley, og tí vil løgreglan ikki útflýggjað bátin, bygt á hasi skjølini.

 

- Vit hava tí nú skrivað til Sea Shepherd Global, sum vit vita hevði ábyrgd av átakinum Sleepið Grindini, og av Sam Simon, skipinum, sum Farley var knýttur at. Vit vilja hava teir at prógva fyri okkum, hvør eigur Farley, sigur Linda Margrethe Hesselberg.

 

- Sea Shepherd hevur fingið freist til 20. oktobur at vísa okkum hvør er rætti eigari, og hvagar vit skulu útflýggja bátin. Hava vit einki hoyrt frá teimum innan ta tíð, verður báturin at rokna sum ein funnin lutur. So verður hann seldur á uppboðssølu, eins og aðrir burturmistir og funnir lutir, sum ikki verða avheintaðir, sigur Linda Margrethe Hesselberg.

 

Løgreglan hevur í løtuni fýra bátar hjá Sea Shepherd í varðveitslu. Tveir teirra hevur løgreglan ognartikið; gummibátin, sum varð nýttur í einum drápi í Bø og Echo, sum var nýttur í einum drápi í Sandavági. Hesir báðir verða eisini seldir á uppboðssølu.

 

Triðji báturin er Spitfire báturin, sum varð nýttur í einum grindarakstri í Nólsoyarfirði. Føroya rættur gav ikki løgregluni heimild at leggja hald á bátin, men eystari landsrættur broytti avgerðina hjá Føroya rætti. Hetta málið kemur fyri rættin í novembur mánaði. Fjórði báturin er so Farley, sum er umtalaður omanfyri.