Er tað frísparkið hjá Súna Olsen móti Víkingi, ella kanska frálíka skotið hjá Finni Justinussen móti NSÍ? Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum hevur tú møguleikan at atkvøða hvat er besta málið í mars mánaði.
Higartil hevur málið hjá Súna Olsen fingið flest atkvøður. Tað hevur fingið 51 prosent, sum er áleið helmingurin, meðan Finnur Justinussen er greitt á øðrum plássi við 35 prosentum av atkvøðunum.
Finnur Justinussen, Víkingur (35%)
Clayton Soares, ÍF (3%)
Lukasz Cieslewicz, B36 (5%)
Bárður Olsen, HB (5%)
Súni Olsen, B36 (51%)
Málini kunnu síggjast undir greinini. Atkvøðast kann á heimasíðuni hjá FSF við at trýsta HER