Eingin hevur duga at lýst hæddir og dýpið, dygdir og lastir í mannasálini - eisini í ævinleikans perspektivi - sum Søren Kierkegaard.
Eitt evni hann eisini í serklassa reflekterar um, er fordringurin - kravið til ein leiðara.
Fordringurin í stuttum er hetta, tað kravið ein rættur leiðari setir sær fyri: at á mínum øki, tað veri seg á skipi, stovni ella í heimi, skal eg røkja tað so væl, at tað skal verða ringt hjá nøkrum at koma aftur um aftur, og gera tað betri.
Tílík fólk finnast tíbetur í flestu londum, stættum og fyritøkum. Tí mangla tey, verður einki virkið, land og heim standandi, og vit kunnu gloyma øll tey dýru orðini sum mentan, mannavirðing, fullveldi, serstøk tjóð o.s.fr.
Niðanfyri nøkur dømi vit kunnu dvølja við:
1. Pauli Dahl
Hetta kravið hevði Pauli Dahl, vanliga nevndur Dr. Dahl. Sjúklingurin kom í fremstu røð. Fór Dahl í fjørðin, so var avtalan tann: verður nakað áfatt, so hong eitt lak í ávíst vindeyga, og um so varð, bleiv í skundi hildið til lands.
Heldur ikki fór Dr. Dahl í veitslu, uttan hann greitt visti hvat álitisfólk hevði ábyrgdina, og sum hevði skalpellina innanfyri armalongd at siga.
Ofta bað hann um betri tól til sjúkraviðgerð. Ongantíð um meiri løn til sín sjálvan, er mær sagt.
Um sami andi ræður á sjúkrahúsøkinum í dag, tað vita onnur betri um at siga.
2. Fordringurin var heldur ikki ókendur fyri eitt nú skiparum okkara so sum Kaj úr Hvannasundi og brøðrum hansara. Aðrir har á leið kundi verið nevndir sum: Jóan Jakku Oman Lið, Magnus og Esmar Fuglø o.fl.
Teir og manningin løgdu lív og sál í at koma heilskapaðir og fullfermdir aftur til lands til tíðina, tí annars sveið svongdin og sorgin í mongum heimum.
3. Henda fordringin høvdu okkara møður undir krígnum, sum skuldu halda heimið, uppala børn, vera kona (og maður) í vandatíðum, og vitandi, at hvørja ferð tær søgdu monnum teirra farvæl, kundi líka so væl verða fyri seinastu ferð. Tað hendi eisini mangan.
Hesar hetjurnar eiga ongantíð at verða gloymdar í Føroyum.
4. Hetta kravið hava mangir av okkara virkis- og stovnsleiðarum í dag; men her tykist tíverri vend verða komin í, teir bestu kunnu í dag ikki kenna seg tryggar.
Hinir meiri líkasælu gera ongan malør. Eg hoyrdi um ein (politiskt settan?) skúlastjóra, hvørs høvuðsuppgáva var at lesa bløðini. Tað var gott, at hann soleiðis víðkaði sín horisont; men betri var, um komandi ættarlið eisini fekk nakað gott í beinini.
5. Eitt dømi afturat. Ein dapran dag druknaði ein maður í Hólmasundi 48 ára gamal. Navn hansara var Einar Kallsberg.
Eingin, eg sigi eingin, var betri hvalifiseraður til starvið, sum skrivstovustjóri í Tinganesi, - men tað bleiv tíverri ov stutt.
Hann hevði breiða útbúgving (cand.polit.) og starvaðist í mong ár í ministeriunum í Danmark og var eisini eitt skifti í Washington, áðrenn hann í góðum árum kom heimaftur á klettarnar.
Tað var sorg kring landið og í grannalondunum við, táið feigdarboðini spurdust. Eisini hjá LV var stórur saknur.
Tá segði til dømis ørindagentan hjá LV hesi orð: »Var hetta skrivstovustjórin?! Táið eg komi út í Tinganes við snarboðum ella brævi, og ikki veit hvar eg skal fara, tí summi vísa ongan áhuga, og onnur bara vimsa forbí við onkrum hittini arki í hondini, tá fari eg altíð handa mannin. Hann er hvørjaferð líka fyrikomandi og fryntligur, og vísir mær júst, hvar eg skal fara, ella tekur hann sær av brævinum sjálvur!«
Her var talan um ein leiðara, sum hevur yvirskot av evnum, kunnleika og fólkaligheit, og sum dugdi fakið fyrst og fremst. Finnast tílík fólk í Tinganesi enn, ella gongur alt bara sum best ber til? Ella druknar alt í maktkampinum?
Leiðarar eru ymiskir, sum fólkini eru, og tó hava teir nakað felags. Fordringin hava eitt nú fakfelagsleiðarar, sum Óli Jacobsen og Karl Johansen.. Tað sama høvdu Johan Djurhuus og Mikkjal Helmsdal, og somu leið hevur Henning Jacobsen hildið til jólaøksin stóð millum herðabløðini á honum.
Eftir er bara at spyrja tey heiðursfólk, sum enn eru á tingi og í landsstýri: Er hetta hitt trygga og góða landið tit kappbjóðaðu okkum til seinasta val. Ella verður hetta leiðin framyvir, sum Henning fekk? Vit eru mangir veljarar sum spyrja.
Arnstein Niclasen
03.01.99