Hvønndagssjón í Horsens

Fyrr var skemtandi sagt um Horsens: Byen, der fængslede ella Hul i jorden... Nú blómar býurin við hópin av kendum sangstjørnum, sum vilja vera í Horsens, heldur enn í Keypmannahavn og Århus. Hóast smáir, so raskir

Nú er Horsens ein blómandi vinnulívs- og mentanarbýur. Hetta er gjørt við áhaldandi at seta mentanar- og vinnulívið saman um borðið og við hópin av kaffi at læra at skilja og stuðla hvønn annan  Felags herrópið hevur verið: Horsens blómar.
 
Tað hevur eydnast. Horsens blómar, bæði innan vinnulívið og ikki minst innan mentanarlívið. Ferðaætlanin hevur verið at stimbra mentanarlívið til frama fyri vinnulívið. Nútíðar menniskjað krevur góð arbeiðsviðurskifti í arbeiðstíðini og góð mentanartilboð í frítíðini. Tað hava tey fingið í Horsens og tí blómar býurin í ríkiligt mát, bæði á mentanar- og ikki minst á vinnusíðuni. So aðalmálið sum varð sett í 1986-87 er eydnast.
 
Yvir býarportrið, sum stendur við høvuðsgøtuna Søndergade, sum í dag er ein stór gongugøta, hongur á útsíðuni stór plakat: The Rolling Stones hevur konsert í Forum Horsens: 3. september 2006. Á innsíðuni stendur Madonna hevur konsert í Forum Horsens 24. august 2006.
 
Horsens hevur seinastu 10 árini havt nógv stór tiltøk frá Kulturby 96 til krimessu, og tónleikanøvn í heimsflokki, sum Daid Bowie, Robbie Williams, Paul McCartney, Elton John og Bob Dylan. Karmar um hesi tiltøk hevur serliga verið Forum Horsens. Forum Horsens er sett saman av stadion, sum rúmar 85.000 fólkum til konsertir, stór innandura høll, sum rúmar 4.500 fólkum, og eitt stórt baðiland við fleiri ymiskum hyljum.
 
Eigilf er eitt tónleikafelag sum í rættiliga stóran mun við hjálp av sjálvboðnari arbeiðsmegi skipar fyri og útvegar neyðuga peningaorku til slík stór tiltøk.
Fyriskipanin verður eisini gjørd saman við HNT & Friends, har HNT stendur fyri Horsens Ny Teater. Her er tann navnframi Frank Panduru leiðari og er tikin úr leikum at útvega pening til alskyns mentanarlig tiltøk.
 
Tað er útselt til bæði Madonnu og The Rolling Stones skal eg heilsa og siga.
 
Við Horsens um fyrimynd, har gott samstarv millum mentanarlív og vinnulív rættiliga hevur sett Horsens á kortið ynskja kommunalpolitikarar og fyriskiparir annars í høvuðsstaðnum Keypmannahavn at verða: Europas Horsens.
 
Hvør veit um ikki Klaksvík við síni marghøll og handilsdepli, summarfestivali, sjómannadegnum og øllum hinum, sum longu er, og annars er í umbúna, kann gera partar av vinnu- og mentanarpolitikki Horsens eftir. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Býráð www.klaksvik.fo stendur í øllum førum: Býurin, har mentanar- og vinnulívið ganga lið við lið.
 
 
 
Horsens kann m.a. breggjað sær av hesi høvuðsskrá seinastu 10 árini við serligum tiltøkum og nøvnum.
1996: Kulturby 96
1998: HNT & Friends
2000: Bob Dylan
2000: Holmboe <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;i Horsens&quot;$?$end$!$i Horsens</st1:PersonName$?$end$!$<BR>2001: Krimimesse, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Horsens B?rneteater&quot;$?$end$!$Horsens Børneteater</st1:PersonName$?$end$!$ Festival<BR>2002: David Bowie; Robbie Williams
2003: Elton John
2004: Paul McCartney
2004: Forum Horsens  Gallashow
2005: Dansk Melodi Grand Prix
2005: REM, Mark Knopfler, Westlife, Alanis Morissette, Katie Melua, Etc.
2006 : The Rolling Stones: 3. SEPTEMBER 2006; Madonna 24. AUGUST 2006
 
Les meira um Horsen á:
www.forumhorsens.dk
www.hnt.dk
www.stonesihorsens.dk
www.madonnaihorsens.dk