Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki? Er kristindómurin ein fortreyt fyri mannarættindum? Ella hóttir kristindómurin hesi rættindi? Hóttir gudleysa humanisman kristna siðaarvin? Er kristindómurin kvinnukúgandi? Valdu fjølmiðlarnir síðu í sambandi við málið um § 266b?
Aftur og aftur seta slíkir spurningar dagsskránna í Føroyum. Og hvørja ferð, spurningar taka seg upp, sum nema við trúgv og lívsáskoðan, syndrast tjóðin. Sum ein neisti, ið kemur í samband við brennievni, er spurningurin um sambandið millum átrúnað og politikk ein støðug kelda til kjak, stríð, spjaðing og samanbrestir.
Tí vit standa mitt í einum stríði um virði. Einum stríði um, hvørjar meginreglur føroyska samfelagið skal hvíla á.
Fimtan føroyskir høvundar, sum umboða ymisk sjónarmið, siga í nýggja føroyska essay-savninum “Krossvegir”, sum kemur í sølubúðirnar í dag, sína hugsan um, hvat vit skulu velja – og hvat vit skulu vraka. Her verða sjónarmið vigað og brýnd. Diagnosur settar. Herðaklapp givin. Ákærur reistar. Flokkar og politikarar settir á ákærubeinkin. Høgg og herðaklapp til føroysku fjølmiðlarnar. Fólkakirkja og fríkirkjur settar undir luppin. Javnstøða og tolsemi vigað. Og kristindómur og gudloysi eftirmett.
Bókin vísir, at føroyingar eru ósamdir um, hvørjum varðum samfelagið skal ganga eftir. Og hon vísir, at stríðið ikki er av.
Teir fimtan høvundarnir, sum skriva í “Krossvegir”, eru Firouz Gaini, Armgarð Arge, Frants Jensen, Flóvin S. Olsen, Sjúrður Skaale, Rúni Rasmussen, Katrin Petersen, Bjørt Samuelsen, Meinhard Jensen, Tórður Jóansson, Inga Poulsen Dam, Símun Absalonsen, Kristianna Winther Poulsen og til seinast Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen, sum eisini hava ritstjórnað útgávuni. Sunva Eysturoy Lassen hevur tikið myndir, Carl Herup Høgnesen og Kári Holm Johannesen hava staðið fyri grafiskari umbróting, og tað er Forlagið Sprotin, sum gevur bókina út, og sum kostar 260 krónur.