ÍSLANDSFERÐ
Um mánaðaskiftið juni-juli í ár verður ein spennandi bussferð um Norðurlandið í Íslandi.
Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri, og ferðaleiðari verður svenska Nanna Hermansson, sum tosar føroyskt, og ofta hevur skipað fyri ferðum á júst hesum leiðum.
Farið verður við Norrønu á Seyðisfjørðin mikudagin 27. juni og ferðalagið verður aftur í Havn fríggjadagin 6. juli.
Nógv støð verða vitjað, millum annað Løgurinn, Hálslón, Kárahnjúkar, har sum nógv umstrídda byrgingin er gjørd, Skriðuklaustur, Hallormstaður, Egilsstaðir, Dettifossur, Ásbyrgi, Húsavík, Akureyri, Ólafsfjørður, Siglufjørður, Hólar, Hófsós, Skagafjørður, Sauðárkrókur, Tindastóll, Varmahlíð, Varmalækur og Seyðisfjørður.
Vitjað verður á søvnum, millum annað sildasavninum og á fólkalagastovninum á Siglufirði, listasavninum á Akureyri, bygdasavninum í Skagafjørðinum. Og hestasýning verður í Varmalæk.
Og fyri ikki at tosa um vøkru náttúruna og ljósu næturnar. Ljóst er alt samdøgrið.
Harafturat er møguleiki at svimja hvønn dag.
Av tí at ferðaleiðarin kennir nógv fólk á støðunum, vitjað verða, fær ferðalagið fleiri upplivingar enn onnur, sum ferðast á hesum leiðum.