Nemus Napoleon Djurhuus
Hví skal ein vanligur borgari gjalda 400,00 kr í mvg av sjónvarpsgjaldinum?
Hvar fara hesir pengar?
Aftur til SVF ?
Ella beinleiðis til forbrúk hjá Landsstýrinum?
Ja, eg kundi blivi við at sett fleiri spurningar, men lat tað fara, tí vit gjalda eisini mvg av Útvarpsgjaldinum v.m.
Hví sjónvarp yvirhøvur?
Einasta orðsøk at vit hava sjónvarp í Dr. Jakobsensgøtu 23, er tí vit hava ein televarpmóttakara frá Føroya Tele, sum virkar rímuliga væl . Men vónandi verður Televarpmóttakarin útbygdur við fleiri rásum, so alt prát í húsinum, um at fáa sær parabol tagnar.
Men vit hava sjónvarp og skulu sostatt sambært lóg gjalda sjónvarpsgjald, so lat okkum fáa okkurt fyri tað sindri av peningin sum SVF fær.
PS: Gev SVF teir pengar sum eru neyðugir til at gera eitt dygdargott sjónvarp, so er ikki meira at grenja um, " tí at grenja, tað eru vit føroyingar heimsmeistarar í "
Gott at vit hava okkurt heimsmet