Hví lurtar eingin eftir Kára?

Ikki eiti á, sum formaðurin í Gamla Sjálv­stýr­i­num er far­in at hóreiggja sær. At hann held­ur lítið um Lars Løkke Ras­mus­sen, for­sæt­is­ráð­har­ra, kunn­gjørdi hann við at kalla hann eitt reyv­ar­hol á Face­book.

Løkke tímir ikki at lesa grein, sum formaðurin í Fína­flokki hevur skrivað í fak­blað­num Juristen, og tað held­ur Kári lítið um. Við Dimm­a­lætt­ing og sjón­varp­ið sig­ur hann, at eingin í miðl­unum tímir at tosa við seg ella greiða frá hansara sjón­ar­miðum, so hann fer at gera sítt egna blað.
- Góði Kári. Tað er heilt sikk­urt irr­i­ter­andi at verða ign­or­er­að­ur. Men tað nyttar einki at verða illur við tey, sum ikki tíma at lurta – kanska orsøkin til tað er at finna hjá tær sjálv­um. Eini góð ráð skalt tú fáa higani: Ver ikki so sjálv­há­t­íð­ar­lig­ur og sjálv­klók­ur, fólk troyttast av slík­um.