Nýggi leikurin hjá Grímu snýr seg um tveir gamlar dreingir í 30unum, sum hava ligið á sálarsjúkrahúsi saman. Tá leikurin byrjar, eru teir júst komnir útaftur og eru nú í ferð við at flyta inn í eina varda íbúð, har teir skulu búgva saman og læra at liva, sum flest onnur fólk.
Men Elling og Kjell Bjarni eru ikki sum tey flestu - lívsforskrektir er kanska orðið, ið lýsir teir best, bangnir sum teir eru fyri mest sum øllum tí, vanlig fólk taka sum eina sjálvfylgju. Teir tora ikki at taka telefonina, tí hvør man goyma seg í hinum endanum? At keypa inn er eisini illgrunasamt, tí hvør veit í grundini, hvat man fjala seg aftanfyri leskiligu myndirnar á matvørunum? Nei, best man vera at flýggja inn í dreymarnar, har tú kanst vera hvílandi limur í Bandidos og fáa eitt lítið, nær tað skal vera, uttan at spyrja nakran eftir.
Ikki offur
Sum leikur fer, gerst tað alsamt meir týðiligt, at høvundurin hevur annað og meir uppá hjarta enn eina "no-future" søgu, har hjartaloysi og fremmandagerð ræður. Gamaní prikar søgan til okkara ringu samvitsku um, hvussu lítið pláss vit geva teimum, sum eru øðrvísi, enn vit sjálvi. Men tað er ikki boðskapurin, og heldur ikki orsøkin til, at leikstjórin Eyðun Johannesen hevur valt hendan leikin.
- Eg valdi leikin, bæði tí hann er óvanliga væl gjørdur, og tí hann snýr seg um tað menniskjaliga, sum býr í okum øllum. Hóast Elling og Kjell Bjarni á sín hátt eru útihýstir frá samfelagnum, eru teir ikki offur. Teir vinna á óttanum, tí teir hjálpast at og eru so góðir vinmenn. Og tá vit flenna saman vit teimum, er tað í grundini ein lívsjáttandi látur, sum er vendur móti okkum sjálvum og kanska ger okkum til eitt sindur klókari menniskju, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri.










