Hví kemur hjúnarbandslógin ikki aftur í tingið

Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, vil hava at vita, hví samgongan roynir at forða fyri, at hjúnarbandslógin aftur kemur á ting

Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, vil hava svar frá løgmanni, hví roynt verður at forða fyri, at broytinganar í hjúnabandslógini koma aftur í Løgtingið.

 

Landsstýrið arbeiðir fyri at gjøgnumføra ta samtykt, sum var gjørd í vár - hvørki meira ella mini, svaraði løgmaður.

 

Talan er um broytignarnar í grein 14, stk.2 í hjúnarbandslógini. 

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, helt, at eisini hetta var eitt dømi um, at tað rættvísi og tað gjøgnumskygni, sum samgongufólk tosaðu um, tá ið tey sótu í andstøðu, ikki ber tila t fáa eyga á nú.

 

Bjørt Damuelsen, Tjóðveldi, segði, at lógarsamtyktin er so greið, at ongin eigur at ivast í tí, sum var samtykt.

 

Bill Justinussen, Miðflokkurin, undraðist á, at hendan samgongan nú hevur gloymt allar mannagongdir, sum tey tosaðu so nógv um, tá ið tey sótu í samgongu.

 

Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, fanst at, at samgongan nú bara sigur, at viljin hjá Løgtinginum er kendur, so ongin grund er at koma aftur í tingið við summum málum.

 

-Hetta er eitt álvarsligt brot á allar mannagongdir, segði Jørgen Niclassen.

 

Kaj Leo Holm Johannesne, Sambandslfokjkurin, segði, at neyvan er nakað so fløkt mál samtykt fyrr.