Um eg drekki meg fullan,
og liggi nær á og hoyri tutlan,
so eri eg enn vinur tann mann,
ið so nógv fyri okkum fram fann.
Summi taka sær einarætt,
upp á hansara ætt.
Halda seg tæna Gudi,
ið spælir sær langt »derude«.
»Hví er hann ikki her?
Tann, ið setti okkum verðina í?«
Tí hann hevur ikki tíð.
Hann gav okkum gávur at njóta,
men blandar seg ikki uppí.
Hví hetta stríð?
Eg spyrji hví?
Hugburðsbroyting tekur tíð,
eg velji at halda at tað er hví.
Rasmus Rasmussen
Psykiatriski depilin
Tórshavn