Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn, 15.05.2001
Tað eyðkennir sjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, at alt tað sum fakfeløgini hjá teimum ófaklærdu gera fyri at bøta um korini hjá vanliga løntakarunum er ábyrgdarleyst.
Hví skal tað vera soleiðis, at alt verður gjørt fyri at forða teimum sum forvinna minst í samfelag okkara, at fáa eina rímuliga samsýning tá hann/hon skal selja arbeiðsmegi sína, tá eingin grettir orð um teir risastóru vinningar, sum handilsmenn og onnur vinnulívsfólk forvinna sær so at siga uttan at rætta hond frá síðu.
Tað tykist at vera soleiðis, at jú lægri tú ert á samfelagsstiganum, jú minni virðing hevur tú millum teir sokallaðu topparnar í samfelag okkara, har nakrir sita í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað er helst hesin hugburður sum sæst aftur í teimum úttalilsum, sum FAG kemur við, nú feløg okkara hava sett í verk eitt heilt lógligt verkfall. 










