Hví gjalda fyri almennar reklamur frá ÚF og SVF

Tað er onki at ivast í, at vit ongantíð so nógv sum nú fáa smoygt reklamur av ymsum slag niður yvir oyrini.

Munur er tó á reklamum, nakrar eru ókeypis, meðan aðrar skulu, sambært lóg, gjaldast fyri. Vit kunnu í høvuðsheitinum býta reklamurnar upp í tvinnar bólkar:

1. Reklamur í skrivandi formi, ið koma inn gjøgnum brævsprekkuna.

2. Reklamur í mynd og talu, ið koma inn gjøgnum antennukaðalin.

Munurin á hesum reklamum er tann, at tær fyrru fáa vit ókeypis, og fáa enntá gott tilfar til brenniovnin við í »keypinum«. Tær seinnu reklamurnar skulu vit treytaleyst gjalda einar trý túsund krónur fyri árliga, um bert vit hava útvarps- og sjónvarpstól. Her fáa vit heldur onki ókeypis til brenniovnin, men mugu í staðin sjálvi rinda kostnaðin av at hava tólini koyrandi, til ein annan almennan stovn (SEV), pluss avgjald til landskassan (MVG). - Loftmiðlarnir eru einastu fjølmiðlar í Føroyum, ið hava meirvirðisavgjald.

Lógin um útvarp og sjónvarp sigur í stuttum, at hava vit tól tilsett, skulu vit rinda eitt ávíst gjald til hvønn stovnin, sjálvt um tólini kunnu nýtast til mangt annað, enn almennu føroysku loftmiðlarnar, ið er ókeypis. Hetta svarar til, at eitt nú SMS hevði lógarheimild til at krevja eitt avgjald av teimum húskjum, ið høvdu eina brævsprekku, ið kann latast upp uttanífrá.

Undirritaði er vælvitandi um, at eitt nú SVF hevur tíðindasendingar, ið skulu fíggjast, men tað er júst hetta, reklamurnar eru til!!! SMS-blaðið hevur eisini góðar greinar, eitt nú um gamlar havnarmyndir og líknandi, ið eru raklamufinansieraðar. Tað kostar at senda, men tað kostar so sanniliga eisini at senda skrivligt tilfar út til hvørt húski. Lurtarin/síggjarin situr tí eftir við teirri uppfatan, at hann rindar fyri reklamurnar í ÚF, ið fáa Prime-Time senditíð, og somuleiðis fyri bingosendingarnar hjá SVF, ið somuleiðis fáa allar allar bestu senditíð.

Hendan hugleiðing um peningagirnd teirru almennu fjølmiðlana er sprottin úr tí hugsan, at ein aldri hevur goldið fyri ein reklamupenn, sjálvt um aðalmálið við honum er at skriva, og at hann er eitt gott amboð í dagliga lívinum. Tískil skulu vit heldur ikki rinda fyri útvarps- og sjónvarpssendingar, ið byggja á reklamur. Og vit skulu slett ikki rinda til fjølmiðlar, ið taka reklamurnar fram um seriøsa tíðindaflutningin (her verður víst til lesara, ið ilskast yvir, at ÚF hevur býtt um uppá veðurtíðindi og reklamur, so at fleiri hoyra reklamurnar enn veðurtíðindini).

Onkur kundi kanska sagt, at vit rinda eisini fyri dagbløðini, sjálvt um tey hava reklamur við. Her má í stuttum sigast, at dagbløðini eru frívillig, tað eru føroysku loftmiðlarnir og SMS blaðið ikki, hesi koma av sær sjálvum.

Vónandi eru hesar hugsanir ein íblástur til okkurt kjaki um framhaldandi kappingaravlagandi lógarbundnan almennan reklamupolitikk.


Finn Jensen