Tann spurningin fáa tveir útisetar í dag, tá ið Ghetto Føroyar verður á skránni.
Í samband við, at bókin Exit Føroyar nú er komin á marknaðin, fara fólkini í Ghetto Føroyar á Rás2 í dag at práta við tveir teirra, sum hava valt Føroyar frá.
Haraftrat verður prátað við eina unga kvinnu, sum heilt avgjørt ætlar sær heim aftur á klettarnar, og Høgni Reistrup greiður frá høvuðsboðskapinum í bókini Exit Føroyar.
Tað er í dag klokkan 14.00, at Ghetto Føroyar verður sent á Rás2.