Hví er tað negativt, Harra formaður

.

Tingformaðurin hevur verið í Dimmu. Hann gremur seg um, at tað, sum teir, eftir mínum tykki, positivu tinglimirnir nú ætla at gera, nevniliga at tosa saman um, hvussu tingið best kann hjálpa útjaðaraøkjunum, er ein negativ handling, og heitir á teir um at gevast meðan væl er.

Hetta er torført hjá vanligum fólki at skilja, og heiti eg tí á tingformannin um at greiða okkum frá, hví tað er negativt at hjálpa uttan fyri miðøkið ell aum tað er negativt at tosa saman og planleggja, hvussu besta hjálpin kann veitast. Møguliga meinar formaðurin at tað er negativt at leggja alment virksemi uttan fyri Havnina? Kanska tingformaðurin svarar mær í blaðnum.


Marjun S. Johannesen