Hví ein kommuna í Suðuroy

Suðringar, vónandi greiða tygur hesa!

Tom Silvurdal

Ein myrkan vetrardag, fóru teir sjey útróðrarbátarnir Sumba, Vágur, Porkeri, Hov, Fámjin
Tvøroyri og Hvalba, til útróðrar . Hesir vóru allir línubátar, og hóast tað var myrkt, var veðrið gott.
Tað løgna við hesum degi, var, at henda dagin avgjørdi allir sjey skiparnir, hvør í sínum lagi og
uttan at vita hvør av øðrum : At í dag mátti vera best at fara út á Tinganes, og seta línuna har. Av tí at siglingartíðin var ymisk til Tinganesar, fyri hesar sjey útróðrarbátar, komu teir út á miðið til ymsar tíðir. Komnir á Tinganes, gevur skiparin boð um at seta, og so verður gjørt. Tá ið tað byrjar at lýsa fyri degi hava allir sjey skiparnir sett. Nú verður so fari at sigla uppaftur, og tað verður gjørt klárt til at
draga línuna inn.
Men hvat hendir, á Tinganesi er alt ein stór fløkja. Tí at tað vísir seg , at allir sjey skiparnir. Hvør í sínum lagi, og uttan at vita hvør av øðrum, hava sett tað annars væl engdu línuna, hvør omaná annan og í allar ættir. Við tí úrsliti at alt gjørdist ein stór fløkja. Ongin skipari fekk hylling á hvørja línu hann nú skuldi draga. Skiparin á Sumba fekk fatur í línuni hjá Tvøroyri, sum var føst í línuni hjá
Hvalba, sum aftur var føst í línuni hjá Fámjin. Línan hjá skiparinum í Fámjin var føst í linuni hjá
Hovi, sum aftur var føst í línuni hjá Porkeri, sum var fullkomuliga fløkt inní línuna hjá Vági.
Alt ein stór fløkja.
Nú vóru góð ráð dýr. Hvat skuldi nú gerast. Og hvør skuldi nú taka avgerina . Hvør avger skuldi nú takast. Hvør mundi nú vera besta avgerin at taka, fyri hesu sjey smáu førini. Hvussu kundi tey nú bjarga sær fongin úr Tinganesi, heimaftur við henda dagin.
Dúliga var kjakast millum hesar sjey skiparnar hesa løtuna. Teir flestu vóru so uppgevandi at teir
høvdu besta hugin at kappa, soleiðis at ongin fekk nakað aftur til hús-bæði reiðskapur og fongur vildi tí fari á havsins botn.
Men mitt í øllum kjakinum, tá ið tað sá allarmest svart út fyri at finna eina loysn-fingu teir allir sum ein, eyga á ein stóran línubát-SUÐUROY.
SUÐUROY var á heimfer av fiskileið. Skiparin á Sumba gjørdi skjótt av, og skjeyt upp at allir skuldi heita á SUÐUROY, um at draga allar tær sjey línurnar inn. À henda hátt kundi bæði fongur og reiðskapur fáast til lands, frá hesum stóra fiskidegi í Tinganesi.
Og so var gjørt, SUÐUROY dró allar sjey línurnar hjá Sumba, Vági, Porkeri, Hovi, Fámjin, Tvøroyri,
Hvalba, sum settar vóru í Tinganesi, henda dagin.
Tað vísti seg at vera stórur fongur henda dagin, væl var eisini egnt á øllum bátum. Síðan var silgt til lands, og skiparin á SUÐUROY, átók sær at at greiða fløkjuna, og at syrgja fyri at dagsins fongur úr
Tinganesi, bleiv býttur út til allar sjey bátarnar.
Á henda hátt bjargaði SUÐUROY-øllum teimum sjey smáu útróðrarbátunum frá at koma aftur til
lands ONGUL Ì REYV og uttan fiskireiðskap til dagin í morgin.



Vágur tann 27. 09. 04.