Føroyski landgrunnurin er kargur í løtuni. Í uppsjóvarhøpi gongur betri. Upsaveiðan er vánalig, og tað hevur hon verið leingi. Lítið hevur verið at fingið av toski og hýsu, men kanska sær heldur betri út her í løtuni.
Svartkalvi verður trároyndur, tí hann munar væl í veiðivirðinum, so leingi enn fæst fiskur. Men, hetta er ein fiskur, ið nørist og veksur seint. Tí er spurningurin, hvussu svartkalvi fer at tola trýsið ið er.
Men, hevur tað gingið illa við botnfiski undir Føroyum seinnu árini, hevur tað gingið so mikið betri við eitt nú makreli, sild og svartkjafti. Men, tað eru náttúrliga ikki allur flotin, ið fær eins stóran ágóða av hesum.
Á In.fo hava vit lisið um, hvussu grønlendskir jollufiskimenn fiska upp í føroysk frystiskip, sum liggja inni á grønlendskum firðum og taka ímóti. Serliga er tað svartkalvi, ið roynt verður eftir.
Men, Grønland eigur ivaleyst eisini nógvan tosk í løtuni, og landið eigur kalva. Seinastu dagarnar hevur In.fo frætt frá føroyingum, sum í hesum døgum vitja í Grønlandi - í tveimum ymiskum ferðaløgum.
Ein maður, ið vit hava frætt frá, var ein hálvan tíma úti saman við grønlendingi og fiskaði tosk. Henda hálva tíman drógu teir heili 100 pund av stórum og góðum toski.
Ein annar maður, vit júst hava frætt frá, var sjálvur annar um dagarnar ein hálvan tíma á báti nakrar fáar metrar úr landi. Teir royndu við beitu og høvdu fulla dorg í hvørjum drátti.
Úr Grønlandi frættist eisini, at nógvur smákalvi er við landið. Hetta er helst á vakstrarøkið hjá kalva, og sum skilst, bæði trívist og veksur kalvi væl í grønlendskum sjógvi í løtuni.
Til samanburðar kann nevnast, at ein bátur av Skálafjørðinum í vikuni setti einar 12-13 kalvalínur eystan fyri, men her fekst ikki ein tann einasti kalvi á allar hesari línuni.
Jú, føroyski landgrunnurin er kargur í løtuni, og ivaleyst hevur hann mangan verið tað upp ígjøgnum ár og øldir. Og so kortini hevur hann verið og er grundarlag undir fiskiskipavinnu og nógvum arbeiði á landi.









