Svarið er einfalt. Uttan henda vøkstur gerast viðurskiftini tvørlig við hóparbeiðsloysi og halli á almennu kassunum. “Populert” kunnu vit tískil siga at búskapurin er ein “ólekjandi vøkstur-narkomanur”.
Fatan av hesum “vøkstur-bundinskapi” er grundleggjandi fyri at skilja búskaparfrøði. Lærubøkur í búskaparfrøði áttu at byrja við hesi staðfesting í 1. kapitli, og goymt marknaðar-mekanismurnar til eitt seinni kapitul.
Frágreiðingin gerst einfaldari, tá vit skilja týdningin av tøkni og tøkni-menning. Tað er fyrst og fremst tann støðugt endurmennandi tøknin, ið styðjar upp undir ein framhaldandi vøkstur í búskapinum.
Hendan tøkni-menning byrjaði tá miðaldar hugsingarháttur avoldaðist og avloystist av einum heilt nýggjum hugsingarhátti, ið var so vorðin, at við honum slapst ikki undan framhaldandi tøkni-menning.
Í verki verður tøkni-menning nýtt til at styðja upp undir effektivitets-vøkstur í framleiðsluni – at somu ella færri fólk kunnu framleiða støðugt meira. Hetta merkir framhaldandi vøkstur í útboðnum av vørum og tænastum. Hesin framhaldandi vøkstur í útboði av vørum og tænastum má hava sítt tilsvar í einum framhaldandi vøkstri í eftirspurninginum eftir vørum og tænastum. Hesin framhaldandi eftirspurnar-vøkstur merkir framhaldandi vøkstur í materiellum livistøði.
Sakin er sostatt einføld. Uttan framhaldandi vøkstur í materiellum livistøði verður ikki nóg mikið at gera hjá arbeiðsmegini.
Hetta stutta svarið skal verða dýpt eitt sindur við at lýsa týdningin av tøkni-menning fyri búskapin, og við at lýsa kjarnuna í klassiskari-nýklassiskari eins væl og í keynesianskari búskaparfrøði.
Klassiska búskaparfrøðin
Klassiska-nýklassiska búskaparfrøðin snýr seg um marknaðir og marknaðar-mekanismur. Við øktum arbeiðsbýti og við øktari specialisering vaksa fram marknaðir fyri øll møgulig sløg av vørum og tænastum. Harvið gerast keyp og søla – eftirspurningur og útboð og prísir á óteljandi marknaðum týðandi fyribrigdi. Broytiligir prísir kunnu altíð skapa javnvág millum útboð og eftirspurning. Harvið verður marknaðurin í teoriini “fríaður frá” ovur-útboði ella ovur-eftirspurningi.
Klassiska-nýklassiska búskaparfrøðin leggur mestu áherðsluna á “útboðið” heldur enn á “eftirspurningin”, og grundgevur tað við at “útboð” skapar sín egna “eftirspurning”. Hinvegin verður ongin dentur lagdur á tøknina. Sjálvt um faðirin at klassisku búskaparfrøðini, Adam Smith, eitt skifti hevði skrivstovufelagsskap saman við tøkniliga uppfinnaranum James Watt, so leggur Adam Smith merkiliga lítlan dent á sambandið millum tøkni-menning og búskaparfrøði. Tískil hevur Adam Smith onga frágreiðing um tað neyðturviliga í framhaldandi búskaparvøkstri.
Tøkni-menning og búskapur
Í dag sýnist ongin vanlig makt at kunna steðga framhaldandi tøkni-menning. Heldur blívur ein og hvør nýggj uppfinning ein eggjan og eitt grundarlag til uppaftur fleiri uppfinningar, og til nýggjar uppfinningar sum samansetingar av kendum uppfinningum. Vøksturin í tøkniligari nýskapan gerst tí umleið eksponentiellur. Hann minnir um vøksturin av einum kapitali sum veksur við rentu og rentus rentu. Tað gongur tískil skjótari og skjótari – tann tøkniliga menningin accelererar. Tá ið vit hava vant okkum til at brúka eina nýggja uppfinning í verki, kunnu vit vanliga ikki vera hana fyri uttan. Framtíðin sær tískil ómøgulig út uttan tøkni og framhaldandi tøkni-menning. Hetta hevur sjálvsagt nógv at siga búskaparliga.
Tøkni og búskapur hanga saman á tann hátt, at nýtslan av tøkni ger tað møguligt at hækka virðisøkingin pr. arbeiðstíma – færri fólk kunnu framleiða tað sama, ella somu fólk kunnu framleiða meira. Virðisøkingin pr. arbeiðstíma verður nevnd produktivitetur ella framleidni. Vøksturin í framleidni ger tað møguligt at rinda arbeiðsfólkinum tilsvarandi hægri realløn. Vøksturin í framleidni merkir eisini at tað ber til at framleiða vørur og tænastur ódýrari, og harvið - um neyðugt ella skilagott - at lækka realprísin á framleiddu vørunum og tænastunum. Fyri prísviðkvæmar (prís-elastiskar) vørur og tænastur merkir príslækking vøkstur í søluinntøkum eins væl og eftirspurdari framleiðslu. Vøkstur í realløn merkir vaksandi søluinntøkur frá inntøkuviðkvomum (inntøku-elastiskum) vørum og tænastum, og økta eftirspurda framleiðslu av hesum vørum.
Undir kappingar-umstøðum eru vinnuvirki noydd at nýta mest framkomnu tøknina fyri at yvirliva og varðveita arbeiðsplássini. Kappingin ger tað neyðugt at framleidnið veksur – tí tað veksur hjá kappingarneytunum. Framleidnis-vøkstur er neyðugur til tess at varðveita kappingarføri í kostnaði, vørumenning og keypi av arbeiðsmegi - harvið vinning í framleiðslu og sølu av vørum og tænastum.
Búskapar-vøkstur stavar frá framleidnis-vøkstri og vøkstri í arbeiðsvirkni (“beskæftigelse”). Búskapar-vøkstur í % ? framleidnis-vøkstur í % + arbeiðsvirknis-vøkstur í %.
Klassiska-nýklassiska búskaparfrøðin
Vøkstur í framleidni snýr seg um effektivitets-vøkstur í “útboðnum“ av vørum og tænastum. Tað er hetta “útboðið”, sum klassiska-nýklassiska búskaparfrøðin leggur størsta dentin á. Hendan búskaparfrøðin pástendur enntá at “útboð (av arbeiðsmegi og framleiðslu) skapar sín egna eftirspurning”. Er hetta seinasta 100% rætt, so er arbeiðsloysi bert ein bráðfeingis vansi, um skjótt kann verða loystur um marknaðar-mekanismurnar frítt sleppa at virka og seta eitt lønarstøði, ið fríar marknaðin fyri undir-eftirspurningi eftir arbeiðsmegi.
Útbjóðararnir (framleiðararnir) á marknaðunum hugsa fyrst og fremst um egnan vinning. Hinvegin, tá ið teir standa í eini kappingarstøðu í mun til hvønn annan, koma teir óavvitandi, men á mest effektiva hátt at fremja áhugamálini hjá sínum viðskiftafólkum og hjá samfelagnum sum heild. Hetta er megin-uppáhaldið í klassiska-nýklassiska búskapar-ástøðinum um tað “ósjónligu tillagandi hondina” hjá frælsu marknaðarkreftunum.
Tilmælið frá klassisku-nýklassiku búskaparfrøðini er tískil at hitt almenna gevur marknaðunum óavmarkað frælsi til at virka uttan inntriv, men at hitt almenna samstundis stendur til reiðar við uppílegging til tess at tryggja óspilta kapping á øllum marknaðum. Nógv bendir á at kapping gevur bestu umstøður fyri framleidnis-vøkstri.
Keynesianska búskaparfrøðin
Higartil hava vit staðfest týdningin av tøknini fyri “útboðið”.
Mótsett klassiska-nýklassiska ástøðinum leggur keynesianisman høvuðsdentin á “eftirspurningin”. Ov lítil eftirspurningur eftir vørum og tænastum skapar arbeiðsloysi, og ov stórur eftirspurningur “yvirupphitar” búskapin. Keynesianisman avvísir staðiliga at “útboð skapar sín egna eftirspurning” og partvíst eisini neoklassiska uppáhaldið um “ósjónligu hondina”
Mótsett klassiskum-nýklassiskum ástøði mælir keynesianisman til inntriv fyri at halda eftirspurningin á einum støði, ið tryggjar fult arbeiðsvirkni. Hvussu hetta verður gjørt, hvussu eftirspurningurin verður stýrdur, hevur minni at siga fyri keynesianarar. Bara hetta verður gjørt.
Til dømis síggja keynesianarar burtur frá at eftirspurningurin eisini kann verða hildin á einum hóskandi støði við at vinnan framleiðir eitt hóskandi útboð av prísviðkvæmum og inntøkuviðkvæmum vørum og tænastum, og at hetta atlit kann rættvísgera almenn inntriv, ið ávirka útboðið. Eitt slíkt útboð fanst ikki undir kreppuni í byrjan av 1930-unum, men tað kom seinni, og tað var við til at leiða lond úr táverandi heimskreppu.
Ringrásin við eftirspurningi, útboði og inntøku
Higartil hava vit staðfest týdningin av bæði “eftirspurningi” og “útboði”.
“Útboðið” verður framleitt í eini virðisøkingar-tilgongd, har “virðisøkingin” svarar til “framleiðsluvirðið” (søluvirðið) minus “rávørunýtsluna”. Øll henda virðisøkingin verður nýtt til at samsýna framleiðslu-faktorunum, sum eru arbeiðsmegi og kapitalur.
Hetta merkir at øll virðisøkingin fer til løn til arbeiðsfólkið og vinning til kapital-ánararnar. Hendan inntøka (løn og vinningur) skapar grundarlagið fyri “eftirspurninginum”. “Eftirspurningurin” skapar harnæst grundarlag fyri “útboðnum” av framleiddum (virðisøktum) vørum og tænastum. Við hesum samanhangum hava vit sostatt útleitt einfalda myndilin við “ævigu” ringrásini:
“eftirspurningur” => “útboð” => “Inntøka” => “eftirspurningur”, o.s.fr., sí myndina niðanfyri:
Hesin myndil av búskapinum bendir á eina sjálvforsterkandi gongd, bæði tá talan er um búskaparligar uppgangstíðir og niðurgangstíðir. Minkar eftirspurningurin, minkar útboðið tilsvarandi við arbeiðsloysi sum avleiðing, inntøkan minkar eisini, og hon ávirkar eftirspurningin niðureftir, hetta ávirkar aftur útboðið niðureftir, o.s.fr. Øvugt tá eftirspurningurin veksur. Ringt er at halda seg til eina javna gongd “á miðjuni”. Á síni ferð uppeftir verður búskaparvøksturin tískil sveiggjandi og óstøðugur.
Bundinskapurin til framhaldandi vøkstur
Vit kunnu nú taka samanum í frágreiðingini um, hví búskapurin ikki kann vera annað enn ein “ólekjandi vøkstur-narkomanur” og týdningin av hesum í longdini.
Givið er at “útboðið” vegna tøkni-menningina og tí harvið íbirta framleidnis-vøkstrinum má vaksa, møguliga stigvaksandi (eksponentielt) vegna stigvaksandi tøkni-menning. Veksur útboðið ikki, verður ein støðugt vaksandi partur av arbeiðsmegini arbeiðsleysur. Hesum fylgja nógvir trupulleikar við, og neyvan nakað samfelag ella fólk tolir hetta í longdini.
Umframt tøkni-menning er hesin vøksturin í “útboði” treytaður av einum tilsvarandi vøkstri í inntøku og í eftirspurningi. Ein slíkur vøkstur í inntøku og eftirspurningi merkir tað sama sum vøkstur í materiellum livistøði.
Ein vøkstur upp á 3% um árið í miðal merkir trífalding eftir 37 árum og fimmfalding eftir 54 árum. Tað er helst vøkstur av hesi støddini vit tosa um, og sum tøkni-menningin helst gevur grundarlag fyri. Vit skulu bara megna at fylgja við í slíkum vøkstri í eftirspurningi, og harvið í materiellum livistøði. Gera vit ikki tað, verður ikki nóg mikið at gera hjá eini arbeiðsmegi, ið má gerast meira og meira effektiv.
Einki bendir á at hesin vøkstur ger okkum í ríku londunum lukkuligari. Men verða vit ikki ólukkuligari uttan - við ófriði og møguligum kollveltingum?
Bundinskapurin til framhaldandi samfelags-umbroyting
Tað er týdningarmikið at skilja at ein slíkur framleidnis- og búskapar-vøkstur ikki hendir í einum tómrúmi. Bert hin minsti vøksturin í framleidni merkir eina nokkso stóra samfelagsliga umbroyting.
Hendan umbroytingar-tilgongin kann byrja við at framleidnis-vøkstur í eini vinnugrein ger nøkur arbeiðsleys í hesi vinnugrein. Hetta hendir um eftirspurnar-vøksturin eftir framleiðsluni í hesi vinnugrein ikki svarar til framleidnis-vøksturin í vinnugreinini.
Hesi fólk skulu so verða “tikin upp” av øðrum vinnugreinum, ið hava eftirspurnar-vøkstur eftir teirra framleiðslu. Slíkur eftirspurnar-vøkstur er, sum longu ávíst, treytaður av tí realinntøku-vøkstri, ið stendst av framleidnis-vøkstri. Framleidnis-vøkstur “týnir” sostatt ikki bara arbeiðspláss. Gjøgnum sína inntøku- og prís-ávirkan og eisini uppfinningar-ávirkan (uppfinning av nýggjum vørur og framleiðsluhættum) skapar framleidnis-vøkstur eisini nýggj arbeiðspláss. Higartil hevur hann tilsamans skapt nógv fleiri arbeiðspláss enn hann hevur “týnt”.
Í einum lítlum útjaðaraøki sum Føroyar kann framleidnis-vøkstur kortini “týna” fleiri arbeiðspláss enn hann skapar. Givið er nevniliga ikki at tey ný-skaptu arbeiðsplássini koma at liggja í Føroyum!
Mynd 1 niðanfyri sýnir vinnugreina-umbroytingina í Føroyum seinastu 200 árini..
Mynd 1. Vinnugreinabýtið 1801-2001 mált sum prosentparturin av arbeiðsmegini í einstøku vinnugreinunum árini 1801-2001. Myndin sýnir umbroytingin í tíðarskeiðinum. Vit síggja hvussu arbeiðspláss í landbúnaðinum eru minkað burtur í onki, hvussu fiskivinna hevur tikið yvir, og hvussu seinni nýggjar vinnur hava tikið yvir frá fiskivinnuni. Hetta er ein umbroyting sum er drivin fram av framleidnis-vøkstri. Kelda: Magni Laksáfoss.
Innibyrgd í karrusel ið melur við vaksandi ferð
Hevur umbroytingin, sum víst í mynd 1, verið stór í farnum árum, so verður hon tað ikki minni í komandi árum.
Mynd 1 er ófullfíggjað á tann hátt at hon er avmarkað til umbroytta vinnugreina-býtið, meðan umbroytingin fevnir um so ómetaliga nógv annað. Trupulleikin er nú at umbroytingin sýnist at ganga skjótari og skjótari, og at tað meira og meira eru menniskju ið skulu “umbroytast” (skulu umstilla seg, læra meira, skapa meira, o.s.fr.) og ikki bara “deyðir” lutir. Ábendingar eru um at umbroytingin í størri mun “stressar” fólk og darvar sálarligu ella sinnisligu lívsdygdini hjá nógvum. Vit hava ábendingar um hetta í heilsulagslýsingum av vaksandi strongd, tunglyndi, “útbrenning”, og øðrum heilsubrekum, m.a. hjá skúlaungdómi og lærarum.
Í myndatalu eru vit rikin inn í eina karrusell sum bara meldur skjótari og skjótari, og sum vit ikki sleppa av uttan at smildra okkum sundur. Týðuligt er at tað eru sterkar ótemjandi kreftir, og ikki vit sjálvi, ið hesi stýra gongdini. Gongdin er materialistisk út í odd og egg og út um øll mørk. Er slík materialisma ikki ósunn, ómenniskjanslig og moral-oyðandi, og í andsøgn við andligan vøkstur? Ein trupulleiki er at tíðin vit hava tøka “materialistiska njóting” er avmarkað og undir trýsti, og at hetta minkar um “tíðar-dygdina”. Kann gongdin halda fram, ella renna vit okkum móti “múrinum” (t.d. marki fyri dálking, orku) fyrr ella seinni? Eg spyrji bara, men felli ongan dóm.
Búskapurin er sostatt at líkna við eitt skrýmsl, ið ger herverk, um tað ikki alla tíðina verður mettað við “vøkstri”. Ikki so løgið at búskaparfrøði eisini gongur undir heitinum “the dismal science “ ella dapra vísindin.