Hví alt ljós á Sandoyartunnilin...

...tá veruligi trupulleikin í okkara samfelag, er ein nýtslufíggjaður búskapur, við víkjandi skattagrundarlagi og harvið verri møguleikum at velja vælferðina.

Funni fressurin ?Funni fressurin hjá stórum parti av miðsavnandi valevnunum, hevur verið, og er framvegis at skjóta niður samtykta Sandoyartunnilin. Tað mest løgna í hesum leiki er, at hann einki vit krevur. Ongar avbjóðingar til virknar knokkar. Tað er bara at lyfta byrsuna, og plaffa framtíðina hjá Suðurføroyum niður, og so hoyra lógvabrestirnar runga í eina val(d)øminum aftanfyri. ? ?Og eg sum helt, og uttan iva fleiri við mær, at høvuðsendamálið við eina valdøminum, var at hækka tinggáttina intellektuelt. Fáa fólk á Løgting, sum høvdu evnini at menna debattin, við undirliggjandi grundgevingum. At vinkla. At duga at síggja tilveruna frá ymsum sjónarhornum. Og vita tit hvat. ? ?Rætt hava vit, tí júst soleiðis var grundgivið. Ikki minst av valdømisgubbanum, Edmundi Joensen. Og soleiðis eigur at vera grundgivið. Trupulleikin er bert at stórur partur av miðsavnandi valevnunum, loypur upp um garðin har hann er lægstur. Sleppur samhaldsføstu ábyrgdini, sleppur princippunum, um at vit eru ein og sama tjóð við somu rættindum. Og sleppur at gera tað uttan fjølmiðlamótspæl. Kanska enntá “med påholden pen” í summum førum. ? ?Vit hava ábyrgdina av allari tjóðini?Veruligi trupulleikin, um vit kunnu gera tað so einfalt, er at nýtslufíggjaði búskapurin er sera viðbrekin í einum landi, sum framvegis í stóran mun, er bundið at primervinnuni og hennara sveiggjum. Okkara avbjóðing, sum politikkarar er tí ikki at skjóta dreymarnar hjá hvørjum øðrum niður, ella at skjóta hvønn annan niður, men við ábyrgd móti allari tjóðini, at raðfesta soleiðis at vit eru ein og sama tjóð – við somu rættindum. Uttan mun til, hvar í landi okkara vit búgva.