HUXA, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, tekur ikki undir við fráboðanini hjá fleiri politikarum, at løgtingið skal gera av, um Rúsdrekka Landsins skal vera í Miðlon ella SMS. Privatiserið stovnin, so marknaðurin kann gera av, hvar rúsdrekkasølan skal vera, skrivar HUXA í tíðindaskrivi.
- Borgarin skal fáa so nógv fyri skattapengarnar sum tilber. Vit meta, at privata vinnan hevur eina effektivari umsiting, tí fyritøkurnar noyðast ikki at gjalda fleiri milliónir krónur í eykalønum, leigu og viðlíkahaldi. Vit vita um vandan við rúsdrekkasølu, og tískil skal stórur dentur vera lagdur á fyribyrging, heldur HUXA.
Ungmannafelagið skjýtur eisini upp, at ein partur av teimum 15,5 milliónum krónunum, sum landið sparir við at privatisera rúsdrekkasøluna, fer til fyribyrging.