Sum in.fo skrivaði mánadagin, so blivu bæði Robert Huth og Marouane Fellaini ákærdir fyri harðskap eftir søguliga dystin á Old Trafford farna sunnudag, har Leicester fyri fyrstu ferð í søgu felagsins vann enska meistaraheitið. Leikararnir báðir blivu ákærdir, tí at týski Robert Huth gjørdi ikki mætari enn at royta prýðiliga hárið hjá Marouane Fellaini, meðan belgiarin svaraði aftur við at smekka tveir albogar í gronina á Huth.
Les eisini: Báðir verða ákærdir
Í dag er dómur sagdur í málinum um hesar slagsbrøðurnir, og dómurin er tann, at báðir hava fingið leikbann í trimum dystum. Fyri Huth merkir hetta, at hann missir tveir teir síðstu dystirnar í Premier League í hesum kappingarárinum og tann fyrsta í komandi kappingarári, meðan tað fyri Fellaini er galdandi, at hann missir teir tríggjar dystirnar í Premier League í hesum kappingarárinum, sum Manchester United hevur eftir at spæla. Hann er tó valbærur fyri Louis van Gaal at velja til FA Cup-finaluna hjá Manchester United, ið verður spæld ímóti Crystal Palace.
Dysturin ímillum Manchester United og Leicester endaði 1-1. Dómarin sá ikki tilburðin ímillum Huth og Fellaini, og av hesi orsøk hevði enska fótbólssambandið heimild at revsa brotsmenninar báðar.