Húsar var fyrst

Fyrsta valstaðið, ið var liðugt at telja, var Húsar.

Valhølini lótu aftur fyri løtu síðani, og nú hevur fyrsta valstaðið latið dyrnar aftur. Húsar í Kalsoynni var fyrst at boða frá sínum úrslitum.

 

Eitt einstakt valstað hevur lítið virði, tá stóru linjurnar skulu dragast, men um ikki annað, so boðar fyrsta úrslitið frá góðum Framsókn, meðan verri stendur til hjá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum.

 

Javnaðarflokkurin fekk 14 atkvøður, sum er ein framgongd upp á eina atkvøða. Sambandsflokkurin fekk 10 atkvøður, sum er ein afturgongd upp á tríggjar atkvøður. Tjóðveldi og Framsókn fingu hvør sínar 4 atkvøður. Fyri Tjóðveldi er tað ein afturgongd upp á 4 atkvøður, meðan fyri Framsókn er tað ein framgongd upp á 3 atkvøður. Fólkaflokkurin og Nýtt Sjálvstýri fingu hvør sína atkvøðu, sum er tað sama sum seinast, meðan Miðflokkurin onga atkvøðu fekk, men tað fingu teir heldur ikki fyri fýra árum síðani.

 

Toppskorari var Jónleif Johannesen við 10 atkvøðum. Jónleif Johannesen var lærari á Kalsoynni, beint eftir at hann var liðugur við