Tað er ikki bara Tórshavnar kommuna ið er komin allan vegin á Frigg, tí eisini Húsa- og Syðradals kommuna eru væl umboðaðar. Á básunum hjá teimum er møguligt at keypa alskins mat og drykkivørur, ið koma frá bygdinum. Eitt nú kan ein keypa Rabarbusaft, ið Jóhanna Maria Isaksen framleiðir á oynni, og eisini er turrur fiskur at fáa.
- Kommunan hevur stuðla Frigg festivalinum, so vit hildu at vit skuldu koma við eisini. So kunnu festivalgestirnir eisini síggja munin á hvat ein lítil kommuna hevur at bjóða, í mun til tær stóru kommunurnar, sigur Jóhanna Maria.
Viljin catering hevur gjørt matini ið er at fáa í básunum, og útoyggjafelagið er eisini umboða, so tað er nógv á skránni, og básurin hevur verið væl vitjaður.