Húsaprísirnir eru enn á veg til himmals

Í dag brúka fólk ein væl størri part av inntøkuni til bústað enn fyri bara einum ári síðani

Prísirnir halda fram at hækka

Tað er framvegis nógv ferð á bústaðarmarknaðinum, og sethúsaprísirnir halda fram at hækka. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Betri, har tey hava samanborið gongdina í miðstaðarøkinum, nevniliga í Havn, í Eysturoy og í Norðoyggjum.

 

Uppgerðin vísir at nú kosta eini sethús í Havn 3,6 milliónir í miðal og í Klaksvík kosta tey 2,3 milliónir í miðal. Í Havn er hetta er ein vøkstur upp á 9 prosent og í Klaksvík er hettaa ein vøkstur upp á 12 prosent samanborið við  miðalprísin fyrsta ársfjórðing í fjør.

 

##med2##

 

Eisini í Eysturoynni eru prísirnir nógv hækkaðir. Miðalprísurin í Eysturoynni er nú 1,7 milliónir og tað er ein vøkstur upp á 12 prosent samanborið við miðalprísin í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Í dag er miðalprísurin á einum sethúsum, 2,4 milliónir í øllum landinum og tað eru heili 20 prosent hægri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

 

Betri leggur tó afturat, at her er einans hugt eftir einum ársfjórðingi, og tí eru sølurnar ikki so nógvar í tali. Eisini hava lutfalsliga nógvar sølur verið í høvuðsstaðarøkinum og hetta er við til at hála miðalprísin fyri Føroyar nógv upp.

 

##med3##

 

Betri Banki hevur fyrr víst á, at Eysturoyartunnilin ávirkar príslagið á bústøðum í Eysturoynni og í Klaksvík. Tann stóri prísvøksturin í Eysturoynni og í Klaksvík bendir á, at hendan gongdin heldur fram, og tað gerst meira vanligt, at hús í Eysturoynni og í Klaksvík verða seld fyri yvir tríggjar milliónir. 

 

Betri sigur eisini, at teir hækkaðu sethúsaprísirnir gera, at Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri. Bústaðarbyrðan vísir, hvussu stóran part av inntøkuni eitt húski brúkar upp á at fíggja bústaðin.

 

Fyrsta ársfjórðing í ár var bústaðarbyrðan í Havnini 33 prosent og í Klaksvík var hon 22 prosent. Bæði í Havnini og í Klaksvík er bústaðarbyrðan sostatt tvey prosent hægri nú enn hon var tvey prosent hægri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

 

Í Eysturoynni hækkaði Bústaðarbyrðan var bústaðarbyrðan 17 prosent fyrsta ársfjórðing í ár og tað er eitt prosent hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør var bústaðarbyrðan 23 prosent sum heild og tað eru fýra prosent hægri enn fyri einum ári síðani.

 

Prísirnir halda fram at hækka