Húsaófriður endaði í harðskapi

Tað er ikki bara á nátt, at fólk fara til hendurs

Seinnapartin í gjár var løgreglan boðsend til eini hús uttan fyri høvuðsstaðin. Upprunaliga var talan um húsaófrið. Nøkur fólk høvdu eina lítla veitslu og sótu og drukku, tá fólk fóru at keglast nakað harðliga. Endin var at onkur fóru til hendurs og løgreglan varð boðsend.

 

Málið verður kannað sum eitt harðskapsmál, og arbeitt verður víðari við málinum. 

 

Annars sigur vakthavandi á løgreglustøðini, at fólk hava uppført seg heilt pent í nátt.