Húsakórið í Keypmannahavn fyllir 50 ár.
- Tað fara vit at hátíðarhalda við eini konsert 6. nov kl 16 í Sankt Andreas Kirke, Gothersgade 148 í Keypmannahavn. Vit hava 4 nýggjar kórsatsir, sum eru gjørdir til høvið, frættist frá Húsakórinum.
Kórleiðari er Tóra Vestergaard. Hon hevur verið leiðari seinastu 8 árini.
Tað vóru føroyskir útisetar sum á heysti 1971 tóku stig til at stovna Húsakórið.
Líka síðani hevur Húsakórið ljómað- sum ein nalvastrongur til føroyskan samleika í útlegd og føroyska sangmentan.
Vit kenna okkum sum góð umboð fyri Føroyar. Vit hava sungið m.a. til Flaggsiglingina í Keypmannahavn, fyri sendiharrum á Norðuratlants Bryggjuni, á mentanarnáttini, á Fólkatingi, í Aarhus tá Foreningen Norden fylti 100 ár, fyri Drottning Margrethe, og í DR konsertsali framførdu vit Nordisku Hymnuna, sum Sunleif Rasmussen gjørdi lag til. Har vóru ráðharrar úr øllum norðurlondum umframt krúnprinsurin Frederik og krúnprinsessa Mary, siga tey í Húsakórinum.
Kórleiðarar gjøgnum árini hava verið hesi:
Alex Sólstein, Sámal Júst Ziska Dahl, Símun Andras Andreasen, Knút Olsen, Marianne Clausen, Christian Wahl, Sunleif Rasmussen, Bjarni Restorff, Tórur á Brúnni, Leif hansen, Benjamin Gaasedal og Tóra Vestergaard.