Heini í Skorini
------
»Eg taki undir við, at samkynd fáa loyvi til at giftast – ikki hóast eg eri konservativur, men av tí at eg eri konservativur.«
Vit eru í Manchester í oktober 2011. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, flytur fram røðu á árligu flokskongressini hjá Konservativa stjórnarflokkinum. Við støði í sínum hugsjónarliga arvasilvuri hugleiðir konservativi leiðarin um týdningin av hjúnabandinum sum samfelagsligari eind og institutión. Og logikkurin hjá Cameron er greiður. Hjúnabandið hevur so nógv positiv árin og er ein so týdningarmikil institutión, at samkynd eisini eiga at fáa atgongd til tey rættindi og tær skyldur, sum hjúnabandið veitir. Ein slík dagføring fer einans at styrkja um hjúnabandið, sum annars er ein viknandi institutión í okkara parti av heiminum.
Orðini hjá Cameron runnu mær í hug, tá eg las tað sonevnda “tilmælið”, sum deildarleiðarin á løgmansskrivstovuni, Rúni Rasmussen, sendi løgtinginum undan fyrstu viðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd eisini fáa rætt til borgarliga vígslu (uttan fyri kirkjur og samkomur). Og tað var kanska lagnunnar speisemi, at fyrsta viðgerð var hósdagin 5. desember, sama dag sum ein tann størsti moralski vitin í okkara tíð, Nelson Mandela, andaði út fyri seinastu ferð. Mandela var nevniliga ein radikalur stríðsmaður fyri rættindum teirra samkyndu og syrgdi m.a. fyri, at landsins grundlóg eftir rasu-ideologiska apartheid-stýrið gjørdist tann fyrsta í heiminum, sum forbjóðar mismuni orsakað av kynsligari orientering. Tí sum hansara høgra hond og góði vinur, anglikanski erkabiskupurin Desmond Tutu, hevur sagt: “Eg kundi ikki droymt um at tilbiðið ein homofobiskan Gud”.
Men religión er nú einaferð tað, sum fólk gera hana til. Og hóast fleiri samgongupolitikarar á Facebook heiðraðu Nelson Mandela hóskvøldið 5. desember, bardust tey fyrr um dagin ímóti uppskotinum hjá Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen. Uppskotið liggur nú í Rættarnevndini og verður allarhelst felt í februar. Hesar reglur viðgera nógv umrødda tilmælið, sum Rúni Rasmussen sendi løgtinginum undan fyrstu viðgerð.
»Hjúnabandið er gott...«
»Latið okkum sum samfelag halda fast við hjúnabandið, stuðla tí og geva tí bestu karmar í lóggávu og á øðrum økjum (...) Eg vil heita á tygum at verja hjúnabandið, og tí mæli eg tygum til at atkvøða ímóti uppskotinum.«
Soleiðis endar Rúni Rasmussen sítt skriv til Føroya løgting. Og meginparturin av tekstinum snýr seg eisini um, hvussu góð, gagnlig og uppbyggjandi hendan institutiónin er. Við at lesa tilmælið kundi ein næstan trúð, at onkur løgtingslimur hevði í hyggju at avtaka hjúnabandið.
Men Rúni ger ongastaðni eina roynd at greiða frá, hví heiti stuðulin til hjúnabandið er ein grundgeving fyri, at samkynd IKKI mugu sleppa at giftast. Logikkurin er, at hjúnabandið er gott, og tí mugu samkynd ikki sleppa framat hesi institutión. Men sum hugsunarhátturin hjá David Cameron vísir, kann viðurkenningin av hjúnabandinum tað sama slóða fyri eini diametralt øvugtari niðurstøðu. Her er eingin logiskur samanhangur ímillum pástand og niðurstøðu. Um hjúnabandið hevur so nógv gagnlig árin, sum Rúni vil vera við, hví ikki loyva samkyndum uppí, um tað er tað, sum tey ynskja? Hetta er tann fyrsti av fleiri veikleikum í argumentatiónini hjá Rúna.
Orðabøkurnar og veruleikin
Tilmælið til løgtingið byrjar við trimum definitiónum av hjúnabandinum, sum vilja vera við, at “hjúnabandið snýr seg um sáttmálastøðu millum mann og konu.” Og uttan nakra nærri grundgeving dregur Rúni ta niðurstøðu, at »tað er púra greitt, at hjúnabandið snýr seg um sáttmálastøðu millum mann og konu.«
Men er tað so greitt, sum Rúni vil vera við? Fyri tað fyrsta eru tríggjar orðabókadefinitiónir als eingin moralsk, normativ grundgeving fyri, hvørjar treytir skulu vera galdandi fyri einum hjúnabandi. Tað er sjálvandi upp til veljarar og politikarar at gera av, hvørt samkynd skulu sleppa at giftast ella ikki. Og fyri tað næsta eru siteraðu orðabókadefinitiónirnar í greiðari andsøgn til tann empiriska, løgfrøðiliga veruleikan í teimum flestu londunum í okkara parti av heiminum. Veruleikin er nevniliga, at 18 lond, primert í Vesturevropa, Suðuramerika og 17 statum í USA, hava samtykt, at hjúnabandið eisini kann umfata tvey fólk av sama kyni (kelda: amerikanski hagtalsgrunnurin Pew Forum). Og verður skrásett parlag talt við, gerast londini 32 í tali (neyva talið er trupult at gera upp, tí lógirnar eru ymiskt orðaðar, og í summum londum hava statirnir og ikki parlamentið seinasta orðið). Útsøgnin hjá Rúna er undir øllum umstøðum ein tómur pástandur í mun til samtykta lóggávu í nógvum londum í tí ríkasta og mest framkomna partinum av heiminum.
(Og hóast tað er totalt líkamikið fyri substansin, so manipulerar Rúni eisini, tá hann ikki siterar alt tað, sum orðabókin Merriam-Webster hevur at siga um hjúnabandið. Seinna hálva av definitiónini sigur nevniliga, at hjúnabandið eisini kann umfata tvey fólk av sama kyni).
Ein annar leistur er at gera sum Jenis av Rana og siga, at Gud sigur nei, og tí sigi eg eisini nei. Og síðani at vísa til tann stóra meirilutan av heimsins londum, sum ikki loyva samkyndum at giftast. Men spurningurin er, hvussu smart tað er at brúka autokratisk ella beinleiðis ódemokratisk lond í Eysturevropa, Asia, Afrika og muslimska heiminum sum ideal fyri politiskum lógarsmíði í Norðurlondum. Lond, sum ikki virða grundleggjandi rættindi sum persónligt frælsi, trúarfrælsi, minnilutaverju o.s.fr. Lond, har samkynd verða eyðmýkt, diskriminerað, álopin, forfylgd og dripin. Tá er tað kanska strategiskt klókari at ignorera vesturevropeiskt lógarsmíð og heldur styðja seg at heilum og hálvum orðabókadefinitiónum.
Hvørji lond standa seg best?
Víðari skrivar Rúni, at »hetta (hjúnabandið, red.) er ein institutión, sum óteljandi samfeløg í øldir hava mett at vera grundarlagið fyri burðardyggum samfeløgum.«Men hvørji samfeløg eru tey mest væleydnaðu í heiminum? Hvørji eru tey frælsastu? Hvørji hava bestu vælferðina og hægsta livistøðið? Tað eru tey londini, sum virða tað persónliga frælsið. Sum skora flest stig í mun til rættindi hjá samkyndum. Sum loyva minnilutum at liva, sum teimum lystir, so leingi sum rættindi hjá øllum øðrum ikki verða skerd.
Hetta merkir sjálvandi ikki, at Evropa ikki hevur stórar demografiskar og búskaparligar avbjóðingar, tí tey eldru gerast fleiri, arbeiðsstyrkin minkar, og so fá børn verða fødd. Men samkynd kunnu ikki ábyrgdast fyri, at vit heteroseksuellu ikki fáa fleiri børn. Og tey samkyndu fara neyvan at seta fleiri børn í heimin, um bara vit nokta teimum tey rættindi, sum heteroseksuelli meirilutin hevur.
Rúni hevur rætt í einum. Og tað er, at lógaruppskotið er ein umdefinering av hjúnabandinum, og at uppskotið víðkar tær treytir, sum í dag skulu lúkast fyri at fáa atgongd til hesa institutión. Um hetta skrivar Rúni soleiðis:
“Tað er tí sera skilagott hjá Løgtinginum í lóggávu at stuðla hjúnabandinum og skapa bestu kor fyri tí, heldur enn at umdefinera hjúnabandið og skapa órógv og hugtaksforvirring um hesa institutión.”
Kanska er Rúni órógvaður og hugtaksforvirraður av uppskotinum, men hjúnabandið er framvegis ein sáttmálastøða millum tvey vaksin fólk við ávísum løgfrøðiligum skyldum og rættindum. Men broytingin er, at hendan sáttmálastøða umsíðir eisini kann umfata ein hampiliga stóran minnilutabólk, sum er her kortini, og sum (vónandi) ikki fer nakran veg. Uppskotið er ein natúrlig dagføring í ljósinum av teirri sannroynd, at fleiri og fleiri tora at liva samsvarandi sínum seksualiteti, tí stigmatiseringin ikki er tann sama sum áður.
Kravið um nøring
Rúni skrivar eisini, at “eitt av høvuðsendamálunum í hjúnabandinum er at fáa børn. Hetta er úrslit av kynsligari samveru og likamligari sameining, sum er einans møguligt millum tvey av hvør sínum kyni.” Men aftur her er Rúni meira postulerandi enn argumenterandi. Púra rætt, at tað skulu tvey til tango, men síðani nær hevur nøring verið ein fortreyt fyri einum hjúnabandi? Hvat við tveimum, sum ikki vilja hava børn? Sum ikki kunnu fáa børn? Ella sum giftast á eldri árum? Av eygsjónligum orsøkum kann nøring ongantíð vera ein galdandi treyt fyri hjúnabandinum.
Tann góða glíðibreytin
Og so verður tann famøsa glíðibreytin eisini drigin fram á torg. Rúni skrivar, at “um latið verður upp fyri møguleikanum hjá samkyndum at giftast, so verða dyr latnar upp fyri øðrum lívsformum. Tá tvey av hvør sínum kyni ikki longur eru treyt fyri giftarmáli, á hvørjari grund kann ein so sýta fleirgiftu (polygamy)? Hvat um tveir tættir vinir, uttan at vera makar, vilja giftast og fáa ágóðar av hjúnastøðu? Hvussu kann grundgevast ímóti tí? Hvat við giftarmáli millum systkin?”
Hetta er tann vælkenda glíðibreytin, sum vil vera við, at har ein skriða er lopin, er onnur væntandi.
Men glíðibreytar-logikkurin kann í roynd og veru brúkast ímóti einum og hvørjum politiskum sjónarmiði, tí hann byggir á tann misvísandi logikkin, at eitt og hvørt politiskt stig neyðturviliga slóðar fyri eini katastrofalari ketureaktión. Tá Nærverkið skal spara, kann ein við hesum logikki spyrja, um Nærverkið nú skal niðurleggjast. Tá skatturin verður lækkaður, kann ein spyrja, um skatturin nú skal niður á 10 prosent ella avtakast heilt. Tá ein almennur stovnur verður fluttur úr Havnini, kann ein spyrja, hvør annar stovnur nú eisini skal flytast úr Havnini. Og tá ein almennur stovnur skal privatiserast, kann ein spyrja, um fleiri aðrir almennir stovnar nú eisini skulu privatiserast. Tað er lættasta sakin í verðini at skjóta eitt uppskot niður við tí djúpa spurninginum: hvat verður tað næsta?
Men tað er eingin logiskur samanhangur ímillum eitt separat uppskot og eitt annað separat uppskot. Ímillum borgarliga vígslu til samkynd og tað polygamiska brúdleypið ella brúdleyp millum systkin, sum Rúni tosar um. Kvalitativt eru hesir spurningar púra ymiskir. Hesin logikkurin er hentur til at flyta fokus, tá grundgevingarnar ímóti verandi uppskoti eru so veikar, at alt møguligt annað má blandast uppí. At fella eitt uppskot við alskyns hugsaðum dømum, sum ikki eru á dagsskrá, er vánalig próvførsla.
Sannleikin er, at hendan glíðibreytin byrjaði, tá evropearar góvust at brenna “heksir”. Tá vit góvust at døma hor, ótrúskap, homoseksuella praksis og allan annan “ólevnað” til deyðan. Tá trælahaldið varð avtikið. Tá tey littu fingu atkvøðurætt. Tá tað bleiv lógligt at kjósa sær ein maka, sum ikki hevði sama húðarlit. Tá kvinnurnar fingu valrætt. Tá tann tyranniska kirkjan umsíðir bleiv bankað uppá pláss av teimum frælsisidealum, sum vórðu knæsett í upplýsingartíðini við intellektuellum slóðarum sum Rosseau, Voltaire, Locke og Spinoza. Tá idealið um tað persónliga frælsið fekk ítøkiliga, praktiska ávirkan á lívið hjá milliónum av menniskjum og slóðaði fyri teimum mannarættindum, sum so líðandi vórðu skrivað inn í konventiónir og sáttmálar, serliga eftir fronsku og amerikonsku kollveltingina. Og sum Rúni veit alt um, hava fleiri játtandi kristin eisini tikið síni tøk í hesum bardaganum fyri einum rættvísari heimi.
At menniskjansligi galskapurin ikki endaði við upplýsingartíðini, hevur mannaættin sannað í ovurmát við kommunismu, fasismu, nazismu, kolonialismu, islamismu, tveimum heimskríggjum og øðrum ræðuleikum. Men sæð í einum søguligum ljósi áttu vit at rópt eitt samfelt hurrá fyri teirri “glíðibreytini”, sum hevur slóðað fyri einum betri og rættvísari heimi – í øllum førum í okkara parti av klótuni. Og samstundis eiga vit at viðurkenna, at vit ikki eru komin á mál.
Tað frælsa orðið
Eg skilji væl tey, sum eru skeptisk yvir fyri einum uppskoti um at broyta eina so grundleggjandi institutión sum hjúnabandið. Eg lurti forvitin eftir øllum grundgevingum, og eg var fullkomiliga ósamdur við teimum, sum á Facebook hildu, at Rúni átti at mist sítt starv sum deildarleiðari á Løgmansskrivstovuni, tí hann hevði misnýtt eina definitión í eini orðabók. Og hóast tað ikki altíð kann vera líka lætt at leggja oyra til, so mugu samkynd og teirra stuðlar eisini tola eitt frítt, opið og stundum særandi kjak uttan at hótta við advokatum og rættarmálum. Grundgevingar viga tyngri og flyta í longdini meiri enn paragraffir og rættarmál.
Men nógv umrødda ”tilmælið”, sum Rúni Rasmussen sendi løgtinginum, hevur lítið uppá seg. Teksturin er eitt eklatant dømi um ein tekst, sum er meira postulerandi enn argumenterandi. Nógvar staðfestingar – men fáar grundgevingar. Nógvar niðurstøður, men einki grundarlag. Vónandi forlangar rættarnevndin og løgtingið betri grundgevingar, áðrenn uppskotið – mest sannlíkt – verður felt í komandi mánaði.
Sum áðurnevndi Tutu tók til undir einum bókaútgávutiltaki í 2004: “Vit littu hava verið líðandi orsakað av einum eginleika, sum vit ikki kunnu gera nakað við. Tað er tað sama við kynsligari orientering...”