Hurlumhey og Kári P í Hoyvík

Í dag er tað tey kalla hurlumhey dagur í Hoyvíkshøllini í Hoyvík, har H71 skipar fyri ymsum til undirhalds. Har eru bæði tónleikaframførslur, ponyríðing, fjarstýridir bátar, Go-Kart og annað.

 

Eisini er spæliland við eydnuhjóli, tobola, fiskibrunni og bóltkasti.

 

Fyrsta tónleikaframførslan er klokkan 17, tá Marianna Winther Nagata syngur, klokkan 18 verður tað Barnakórið í Musikkskúlanum við Sigrid Sivertsen. Klokkan 19.00 verður tað Kórið Xperiment við Sigrid Sivertsen, og endað verður klokkan. 20.00, tá kendi vísusangarin Kári P.f er á pallin.