Hurðar sum Rolls-Royce

Opel Meriva, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 2003, er nú avloystur av einum nýggjum bili við sama navnið. Innrættingin er enn meira liðilig enn á forgangaranum

Nýggi Opel Meriva er longu kendur sum bilurin við teimum sermerktu síðuhurðunum, har bakhurðarnar eru hongdar í afturkant í staðin fyri framkant, sum er vanligt. Í nýggjari tíð er hetta hurðasystemið best kent frá Rolls-Royce. Hurðarnar eru við til at gera tað lætt at kom inn og úr bilinum, serliga hjá t.d. barnafamiljum.


Tað sum eyðkennir nýggja Opel Meriva eins og forgangaran er liðilig innrætting. Hesin nýggi er enn meira liðiligt innrættaður við næstan óendaligum møguleikum. Útsýnið er sera gott allar vegir, bæði hjá bilføraranum og øllum hinum í bilinum, t.d. hava børn sera gott útsýnið gjøgnum síðurútarnar aftan.


Aftan eru trý setur, sum kunnu kunnu flytast og leggjast niður, alt eftir hvat bilurin skal nýtast til.

Koyrieginleikarnir eru tryggir, og elektro-hydrauliska servostýringin ger sítt til, at bilurin er lættur at handfara og at koyra í ferðsluni.


Nýggi Opel Meriva, sum kostar úr 229.000 krónum, kann síggjast og roynast hjá Auto Service.