Hurðar framvegis opnar fyri breiðum samstarvi

- Eg harmist um, at støðan er so fastløst, men samgongan er framvegis opin fyri einum breiðum samstarvi, og enn havi eg vónir um, at aðrir flokkar koma við í samgonguna, sigur Høgni Hoydal.

POLITIKKUR

Hóast løgmaður hevur boðað frá, at sitandi samgonga fer at halda fram við 16 tinglimum aftanfyri seg, merkir tað kortini ikki, at hurðar eru lætnar aftur fyri einum breiðari samstarvi við eitt nú Javnaðarflokkin og Miðflokkin.
- Í dag er einki hent, sum týðir uppá tað, men vit hava framvegis ikki slept vónini um eitt breiðari samgongugrundarlag, og enn eru hurðarnar opnar til tess, segði Høgni Hoydal, tá ið Sosialurin tosaði við hann fyrrapartin í gjár.
Støðan er hon, at løgmaður hevur boðað frá, at sitandi samgonga heldur fram, men hon hevur bert helmingin at nývalda løgtinginum aftanfyri seg.
- Sum út sær í løtuni, verður hetta ein minnilutastjórn, soleiðis sum vit kenna tær í
øðrum londum, men vit kunnu eisini kalla hetta eina javnleikastjórn, sigur Høgni Hoydal.

Høgni harmast
Hann ásannar, at tað var ikki hetta, sum Tjóðveldisflokkurin og samgongan annars helst
vildi og harmast um, at politiska telvingin hevur ført til hesa fastlæstu støðu.
- Eg haldi, at um Javnaðarflokkurin óttaðist ójavnar samráðingar, nú vit frammanundan eru 16 aftanfyri samgonguna, so kundi flokkurin í minsta lagi møtt upp til samráðingar um møguligt samstarv. Men tað valdi flokkurin ikki at gera, og tað skilji eg ikki, sigur Høgni.
Hann vísir á, at hetta er ein heilt nýggj støða, sum flokkarnir hvør í síni lagi tosa saman um.
Spurdur, nær Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fara at tosa um innihaldið í einum nýggjum samgonguskjali, sigur Høgni, at tað helst verður áðrenn tingið kemur saman mikudagin í komandi viku.
- Men eingin sigur, at hetta skal gerast fyri ta tíð. Nú fáa vit at síggja, hvat hendir næstu dagarnar, og tað kemur so eisini at hava týdning fyri arbeiði, sum gerast skal.
Høgni sigur, at tað vóru Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum gjørdu nógv umrøddu avtaluna, meðan Tjóðveldisflokkurin ikki var við í nakrari beinleiðis ?alliancu?.
- Vit mæltu til at taka upp samráðingar við Javnaðarflokkin og Miðflokkin um
samstarv við sitandi samgongu, tí vit mettu, at støðan annars kundi lasast føst, og tað er hetta, sum nú er hent, sigur Høgni.
Andstøðan hevur sagt, at avtalan millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Miðflokkin stendur við, til ein formansrunda hevur verið. Hetta merkir ivaleyst, at andstøðan verður tung at ?dansa? við hjá samgonguni, tá ið tingarbeiði verður tikið uppaftur.
Høgni ásannar, at hetta er ein keðilig støða og vónar, at Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin eru so mikið at sær komnir, at teir vilja verða við í landsins stjórn.
- Eg skilji ikki, hví hesir flokkar velja at seta seg uttanfyri, tá ið hurðarnar eru opnar fyri teimum at verða við í tí arbeiði, sum gerast skal, sigur Høgni Hoydal.

Eingin viðmerking
Tað er løgmaður, sum velir landsstýrismenninar og ein spurningur, sum hevur tikið seg upp í hesum sambandi, er, hvussu nógvar landsstýrismenn eitt nú Sjálvsstýrisflokkurin fær. Flokkurin misti annað umboði á valinum, 30. apríl og situr nú bert við einum umboði á tingi. Í verandi samgongu hevur Sjálvstýrisflokkurin tveir landsstýrismenn, og fólk spyrja nú, hvussu verður framyvir.
- Handa spurningin havi eg onga viðmerking til, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at nú løgtingsval hevur verið, hava vit eitt nýtt grundarlag og eitt nýtt tingmannabýti, men hann ynskir onga viðmerkig at gera hesum viðvíkjandi.