Huntelaar til Real Madrid

25 ára gamli Ajax-spælarin verður avloysarin hjá langtíðarskadda Ruud van Nistelrooy. Í januar skiftir hann til Real Madrid, sum má gjalda Ajax 200 milliónir krónur

Fótbóltur

 

Skaðin hjá Nistelrooy hevur ikki gjørt tilveruna lættari hjá kongaliga felagnum í Madrid, sum als ikki hevur staðið arvafíggindunum úr Barcelona mát í ár.

Nú er tó greitt, at ein annar hollendingur avloysir van Nistelrooy, tí í januar mánaðir skiftir Klaas Jan Huntelaar úr Ajac til Real Madrid fyri 27 milliónir eurur, svarandi til 200 milliónir krónur.

25 ára gamli Huntelaar hevur leingi verið undir sjóneykuni hjá fleiri europiskum stórfeløgum, men púrasta óávirkaður hevur hann støðugt banka mál inn fyri Ajax. Í Ajax hevur hann í 224 dystum skotið ikki færri enn 167 mál. Og hóast hampuliga feskur í landsliðshøpi, so hevur hann her skotið 10 mál í 16 dystum.

Tað hevur verið nóg mikið til at sannføra Real Madrid, sum við sáttmálanum hevur tryggjað sær spælaran fram til 2013.

Huntelaar verður sætti hollendski spælarin í verandi hópinum hjá Real Madrid. Hópurin telur undan hesum Ruud van Nistelrooy, Wesley Sneijder, Rafael van der Vaart, Arjen Robben og Royston Drenthe.