Nógv ár við kríggi og náttúruvanlukkum hava elvt til eina nýggja hungurskreppu í Pakistan, har umleið helmingurin av íbúgvunum ikki hevur trygga atgongd til mat.
Tað upplýsir WFP, sum er matvørustovnurin hjá ST.
Stríð og bardagar í stammuumráðum nærhendis afghanska markinum hava bara gjørt trupulleikarnar enn størri, samstundis sum fjølmiðlar hava gjørt lítið burturúr.
Við vantandi matvørutrygd og lítlari føðslu, er talan veruliga um eina kreppustøðu, sigur WFP-stjórin, Ertharin Cousin.