-Hetta er uttan iva tann ringasta menniskjaliga vanlukkan í Afrika og kanska í øllum heiminum, segði leiðarin í amerikanska hjálparfelagsskapinum USAID, Roger Winther, í einari hoyring í Kongressini í Washington fyrradagin.
Hann greiddi frá, at vápnaðir bólkar gera seg inn á fólkið í landspartinum Darfur. Talan er um etniska útreinsan, og kvinnur í hópatali verða neyðtiknar, segði Roger Winter, sum samstundis minti umheimin á, at í hesum sama landspartinum líða meiri enn ein millión fólk hungur.
-Støðan er so spent, at vit nærkast einum hópmorði, segði leiðarin í USAID.
Amerikanski varauttanríkisráðharrin Charles Snyter gevur sudansku stjórnini skyldina av gongdini. Hann sigur, at stjórnin hjálpir teimum vápnaðu bólkunum, og tí hevur hon ábyrgdina av tí, sum teir gera, sigur Snyter.