Altjóða hjálparfelagsskapir og ST siga, at nógv fólk í Zimbabwe fara at hava ov lítið til matna seinni í ár, og at viðurskiftini fara neyvan at batna fyrr enn einaferð næsta vár.
ST heldur, at umleið 2,3 milliónir fólk fara at hava tørv á mati úr útlondum, men summir felagsskapir halda, at talið verður nógv størri. Onkur felagsskapur vil vera við, at umleið fimm milliónir zimbabwar fara at hava ov lítið til matna.
Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, segði fyri stuttum, at eingin í landi hansara líður hungur, og at landið verður heldur ikki rakt av hungursneyð.
-Okkum tørvar ikki mat úr útheiminum, segði hann.