Hundurin hjá Una bjargaður

SEINASTA NÝGGJA: Nú eru hundurin og Uni Rasmussen komnir til hús. Hundurin var sera glaður at síggja familjuna aftur. Hann er nú farin at eta, og um eina løta fara hundur, eigari og familjan oman á kaiina at heilsa upp á øll, sum hava verið við í leitingini Tað síðsta nýggja vit frætta úr Gøtu er, at hundurin og Uni nú eru á veg inn í tyrluna!

Leitingin eftir førarahundinum hjá blinda Una Rasmussen hevur nú givið úrslit. Menn hava sæð hundin í fjøllunum oman fyri Syðrugøtu, og Uni Rasmussen er nú farin við tyrlu niðan móti Tralavatni

Tey hava nú sæð hundin, men hann stendur í brattlendi. Teir hava bundið í mann, sum roynir at fara eftir honum, men fyri at fáa hann róligan, hava teir sent boð eftir Una Rasmussen, sum er farin niðan við tyrlu.

Meira seinni!