Politiið veit ikki, hvør átti hundin, ið er avlívaður Klokkan hálvgum níggju í morgun koyrdi ein bilur á ein hund á vegnum gjøgum Miðvág. Bilførarin koyrdi bara víðari.
Løtu seinni kom ein maður til. Hann sá, at hundurin ikki kundi bjargast og syrgi fyri, at hann varð avlívaður.
Politiið í Miðvági hevur hundin liggjandi, og eigarin kann fáa hann aftur, letur politiið heilsa. Hundurin er ein ljósabrúnur ikki stórur hundur. Hann hevur hálsband, men einki navn stendur á.