Hundur smittaður við corona-virus

Hundurin er fyribils staðfestur veikt positivur og skal nú vera í sóttarhaldi í 14 dagar - ella til hann verður staðfestur negativur fyri corona-virus.

 

 

Myndugleikarnir í Hongkong upplýsa í dag, at ein hundur er settur í sóttarhald, eftir at tað er staðfest, at hann er vorðin smittaður við coronavirusinum, covid-19.

Í morgun varð annars upplýst, at 93 fólk í Hongkong eru staðfest smittað, og tveir deyðstilburðir kunnu nú eisini knýtast til covid-19.

Eigarin av umrødda hundi er sjálvur smittaður við corona-virusi, og hundurin er latin deildini í Hongkong innan eitt nú landbúnað og fiskivinnu, rópt AFCD. Tað vóru eisini umboð fyri AFCD, sum vóru eftir hundinum og lótu hann kanna fyri covid-19.

Hundurin varð fyribils staðfestur veikt positivur og skal nú vera í sóttarhaldi í 14 dagar - ella til hann verður staðfestur negativur fyri corona-virus, skrivar Reuters.

Myndugleikarnir í Hongkong mæla nú til, at øll húsdjór í heimum, har fólk eru vorðin smittað við corona-virus, verða latin í sóttarhald hjá AFCD, har djórini eisini kunnu kannast fyri covid-19.

- Í løtuni hava vit eingi fullgóð prógv um, at húsdjór kunnu vera smittað við covid-19 - ella, um hesi kunnu vera ein kelda til smittu til menniskju, sigur AFCD.

Lagt verður aftrat, at tey fara at fylgja hundinum neyvt fyri endaliga at fáa staðfest, um hann veruliga er smittaður - ella, um veikt positivu ábendingarnar um covid-19 kunnu vera eitt úrslit av dálking í munni ella nøs hjá hundinum.

Sambært Heimsheilsustovninum (WHO) finnast higartil eingi prógv um, at húsdjór kunnu vera smittað av corona-virusinum covid-19.