Hundur leyp á dunnugarð

Um vikuskiftið hevur hundur gjørt feigdina um seg í dunnugarði í Hvalba og hevur gjørt av við fleiri dunnur

Leysgangandi hundar er ein afturvendandi trupulleiki. Tað fekk ein maður, sum hevur dunnugarð í Hvalba, at sanna um vikuskiftið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti at siga, at maður í Hvalba ringdi og boðaði frá, at fremmandur hundur hevur verið í dunnugarðinum hjá honum í Hvalba og hevur beint fyri seks dunnum - og aðrar vórðu bitnar, men vóru framvegis á lívi.
Á Facebook sigur óhepni eigarin av dunnugarðinum, at eingin hundaeigari torir at siga sannleikan um, hvør hundurin er, sum hevur bitið og dripið dunnurnar.
- Viðkomandi hundur eigur at hava havt blóð og runu á sær. So, onkur hundaeigari eigur at vita okkurt, men torir ikki at tra?ka framm, sigur dunnueigarin á sínum profili um hendingina.