Hundur beit smágentu í andlitið

10 ára gamla Silje var heppin, at hon ikki misti sjónina, tá hon varð bitin í andlitið av einum leysum hundi í Skopun leygardagin

Hundaóskil

Rigmor Dam

rigmor@sosialurin.fo

Myndir: Alvur Haraldsen og privatar


Leysir hundar eru til stóran ampa hjá nógvum børnum og foreldrum kring alt landið.

Í síðstu viku kundi verið heilt galið hjá 10 ára gomlu Silje, sum var illa hundbitin í andlitið, bert fáar millimetrar undir eyganum. 

Tað, sum hjá 10 ára gomlu Silju skuldu vera 14 hugnaligir summarferiudagar heima í Føroyum saman við ommuni, endaði við, at hon varð so illa hundbitin av einum leysum hundi í Skopun, at hon ikki hevur verið úti og spælt síðani.

Silje og omman eru heima í Føroyum úr Norra, har tær búgva. Omman er føroysk og

hevur búð í Norra í 51 ár. Tí bjóðaði hon Silju við sær heim til Skopunar at ferðast í 14 dagar.


Meldað til fánýtis

Hóast fleiri foreldur í grannalagnum hava kært seg til politiið, gongur hundurin enn leysur og er til ampa hjá foreldrum og børnum.

- Silje hevur ikki torað út at spæla einsamøll, síðan hon varð bitin leygardagin, sigur Malfrid, omma Silj. Hon greiðir frá, at Silje fór yvir til hundin og kíndi honum, tá hann beit hana í andlitið og í hálsin. Silje eigur sjálv hund og er trygg við hundar, og hon skilur ikki, hví hundurin beit seg.

- Sjálvandi skulu børn ikki fara til fremmandar hundar. Men børn eru børn og hundar skulu vera í tjóðri ella innigirdir, so børn ikki sleppa til teir, sigur omman.


Djúpt sár undir eyganum

Av tí, at Silje bløddi illa í andlitinum og undir eyganum, fóru tey til lækna við henni. Har var niðurstøðan soljóðandi: 1 djúpt 1 cm langt bitsár á niðara vinstra eygnaloki. 2 bitsár (2 cm og 1 cm) á vinstra kjálka. Skavsár, helst frá hundalabba, á høgra kjálka, sum er 5 cm langt, og undir høkuni vinstru megin, eisini 5 cm langt. Viðgerð: Stívkrampa-vaccina og fyribyrgjandi penicillin-kur.


Børn ella hundar girðast inni

Ì grannalagnum, har Silje varð bitin, ganga hundar ofta leysir. Sosialurin prátaði við fleiri foreldur har um leiðir, og semja var um, at tey hava stóran ampa av leysu hundunum.

Eitt nú systrarnar Annika og Guðrið, sum búgva hús um hús við familjum og børnum. Tilsamans eiga tær fimm børn millum eitt og 8 ár, sum ofta spæla uttan fyri húsini. Tær, og onnur við teimum, hava ofta kært seg um leysar hundar, bæði hjá kommununi og løgregluni. Men hóast kommunan fleiri ferðir hevur sent skriv út til húskini í bygdini, er skilið óbroytt. Málið um Silje hava tær eisini meldað fleiri ferðir, síðan tað hendi. 

- Tað er nógv fyri, at hundarnir ganga leysir, meðan børnini mugu girðast inni. Politiið ger onki, tí tað er ikki lógarkrav, at hundar skulu drepast, um teir bíta. Og ein bót ger ongan mun, tí teir ganga leysir aftur við sama lag aftaná, siga tær, og staðfesta, at vanliga er tað ongin trupulleiki, men at nú hundurin hevur bitið, má tað fáa avleiðingar.

- Skopun átti at verið eitt paradís hjá børnum. Men øll bygdin líðir undir hesum, og vit spyrja bara, hvat skal til, fyri at tað skal fáa avleiðingar.


Ovbyrjaður politistur

Vit funnu politistin í Sandoynni, Høgni í Dali, á Sandi. Hann visti um trupulleikarnar við hundunum í Skopun..

- Hundaeigarin fær eina bót, tí hann ikki hevur havt hundin í tjóðri ella innigirdan, og helst tekur eigarin hann av døgum. Men eg kann ikki áleggja nøkrum nakað, tí sambært lógini er tað ikki eitt krav, at hundar skulu avlívast, um teir bíta fólk ella fæ. Men teir kunnu avlívast, sigur politisturin, sum ikki hevur gjørt nakað við málið hesa vikuna, tí hann hevur verið undirdíktur í arbeiði.


Hava fult tamarhald

Hundarnir, sum ganga leysir, eru seyðahundar hjá einum bónda. Vit ringdu til foreldur hansara, tí hann var ikki at hitta og tað er uttan fyri teirra hús, at hundarnir ganga, tá sonurin er á vitjan. Mamman, Jónhild Petersen, sigur við Sosialin, at tey hava fult tamarhald á hundunum hjá soninum, tá teir eru hjá teimum.

- Hundarnir gera ikki børnunum í grannalagnum nakað. Gentan, sum varð bitin, er norsk og fremmand her hjá okkum, so hon kennir ikki hundarnar og teir kenna ikki hana. Hon kom yvir á okkara trappu, har hundurin lá, og hon bendi seg fram móti honum við síða hárinum, tá ið hann glepsaði, sigur Jónhild, sum ikki hevur tosað við gentuna ella familjuna síðan hendingina. Kortini vónar hon, at sonurin tekur hundin av døgum.

- Men eg skilti á lagnum, at hon hevði ikki fingið álvarsligan mein, tí hon varð ikki seymað og fekk eina stívkrampavaccinatión.

Hon heldur eisini, at hendingin kann vera ein lærupeningur hjá teimum vaksnu, um at læra børnini ikki at fara til fremmandar hundar.

- Hetta eru arbeiðshundar og ikki stuttleikahundar. So teir eru ikki at spæla við, sigur Jónhild.