Hundraðtals fólk til Mikladal

Í dag er stóra hátíðarhaldið í Mikladali, har standmyndin av kópakonuni verður avdúka, og í hesum sambandi fara fleiri hundrað føroyingar út á Kalsoynna.

Í dag er stóra hátíðarhaldið í Mikladali, har standmyndin av kópakonuni verður avdúka, og í hesum sambandi fara fleiri hundrað føroyingar út á Kalsoynna.


Fyri at lætta um ferðsluna á oynni verður tað frárátt øllum at taka bil við sjálvi, og tí er skipa fyri bussum, ið koyra allan dagin. Eisini er Sam skiftur út við Ternuna, ið siglir fleiri eyka túrar í samband við hátíðarhaldið.

Norðoya kunningarstova hevur alla hesa vikuna frammanundan selt armbond til ferðing, so tað skal verða so ómakaleyst sum gjørligt at fáa øll ferðafólkini til Mikladals.

- Vit hava longu selt umleið 500 armbond, og av tí at fólk eisini kunnu keypa armbondini á ferjuleguni, vænta vit enn fleiri fólk, sigur Birna Joensen, samskipari á Norðoya Kunningarstovu.

Eisini leggur hon afturat, at armbondini ikki verða seld pr. túr, men til allan dagin, so øll kunnu bara koma og fara sum teimum lysti.

Tað verður nógv gjørt burtur úr degnum í Mikladali. Umframt sjálv avdúkingina verða matstovur og listaframsýningar í bygdini, og eisini verður bæði skipa fyri gongutúrum, sjónleikum og konsertum.