Klokkan tvey fóru hundraðtals fólk í skrúðgongu úr hølunum hjá Javna í Gundadali í Havn og oman eftir Hoydalsvegnum og Niels Finsensgøtu oman á Vagið. Havnar Hornorkestur gekk á odda og spældi tónleik. Á Vaglinum spældur teir bæði Congratulations og Tillukku til tín fyri føðingardagsbarninum sum er felagið Javni, sum er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.
Tað eru í dag júst 50 ár síðani felagið varð stovnað, og hetta verður hátíðarhildið við stóra tiltakinum, sum í løtuni er á Vaglinum.
Ætlanin varð sjálvandi at hava eina stóra føðingardagsveitslu á degnum, men hana hava tey í Javna valt at bíða við henni til í heyst.
Á Vaglinum halda Javni, Spyr Meg og løgmaður røðu.
Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja fleiri myndir.
##ms##
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##