Hundraðtals skúladreingir í Niegeria burturfluttir

Fleiri hundrað skúladreingir vórðu førdir inn í ein skóg, eftir at vápnapir menn høvdu lopið á skúlabústað teirra.

Vápnaðir menn hava burturflutt fleiri hundrað skúladreingir og nakrar av lærarunum teirri miðskeiðis í Nigeria.

Tað upplýsir ein embætismaður og ein trygdarkelda fyri tíðindastovuni AFP í morgun.

Álopsmenninir vóru í hermannabúnum, tá teir seint í gjárkvøldið lupu á lestrarbústaðin í bynum Kagara, har næmingarnir búgva. Síðani vórðu næmingarnir førdir inn í ein skóg í økinum, upplýsa keldurnar.

Í skúlanum ganga um 1.000 næmingar. Tað er ógreitt, hvussu nógvir av teimum vórðu burturfluttir.

Burturflytingin fór fram um tveir mánaðir eftir, at ein líknandi hending fór fram í desember í 2020.

Har vórðu 300 skúladreingir burturfluttir úr eini bygd í norðrara partinum av Nigeria. Í tí sambandinum segði jihadistabólkurin Boko Haram seg standa aftanfyri.

Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av burturflytingini.

/ritzau/