Leygardagin 20. juni ber til at fáa ein bita av størstu kakuni, Havnin nakrantíð hevur sæð Hundrað metrar av kaku verða bjóðaðir Føroya fólki á Skálatrøð leygardagin í sambandi við hundraðárið hjá høvuðstaði Føroya sum fólkavald kommuna.
SMS gevur Tórshavnar Kommunu eina hundrað metrar langa appilsinkaku við listaliga prýddum glasuri á tí árslanga hundrað ára haldinum hjá kommununi.
Eirikur Magnussen, bakarameistari hjá Mylnuni, og hansara bakaralið fara at byggja kakuna.
- Hetta er eisini tann dýrasta kakan, sum nakrantíð er bakað í Havn, sigur bakarameistarin, við torshavn.fo
- Vit mugu seta hesa kakuna saman, tí vit fáa bara bakað ein hálvan metur í senn, og so seta vit hana saman niðri á Skálatrøð. Vit gera kakuna so lidna á bakarínum, sum vit fáa, og fara síðani oman um náttina at seta hana saman, sigur hann.
Tilfarið, ið verður nýtt, svarar til 16.000 egg, 625 kilo av mjøli, 250 litrar av olju, 250 litrar av vatni, 200 kilo av sukri, 100 kilo av flormelisglasuri, 10 kilo av appilsinpasta og eini fýra-fimm kilo av bakipulvuri. Alt hetta verður lagt í 210 rammur.
Hvør ramma er 50 ferðir 50 sentimetrar, soleiðis at allar rammurnar til samans eru 100 metrar.
- Vit skulu hava nakrar myndir oman á glasurin. Tað gera vit við marsipanplátum, sum vit myndprýða við fruktfarvu, sigur Eirikur Magnussen, við torshavn.fo