Hundrað gloymd brekað børn

Við tað at eingin sáttmáli er gjørdur millum Heilsutrygd og Ergoterapifelagið, fáa børn, sum bera brek ella hava varðandi sjúku, onga ergoterapi. Ergoterapeutfelagið harmast, at Heilsumálaráðið ikki hevur betri stundir at samráðast

Brekað børn og børn við varandi sjúku í Føroyum fáa langt burtur frá ta hjálp, sum tey hava fyri neyðini.
Tey eru snøgt sagt slept upp á fjall.
Børnini mugu sleppa til bæði fysioterapi og ergoterapi fyri at halda vøddarnar við líka. Fysioterapi hjálpir upp á stóru vøddarnar, og ergoterapiin hjálpir upp á fín-motorikkin.
Men seinastu mánaðirnar hevur ikki borið til hjá teimum umleið 100 likamliga børnunum við breki ella varandi sjúku at sloppið til ergoterapi.
Orsøkin er tann einfalda, at eingin sáttmáli er millum Heilsutrygd og Ergoterapifelagið, og tað dregur út at fáa gjørt nýggjan sáttmála.

Torført at gera sáttmála
Hanna á Reynatúgvu, forkvinna í Ergoterapeutfelagnum harmast, tí hon veit, hvussu ringaru støðu børnini eru í. Samstundis er hon bilsin um, at ikki fleiri royna at streingja á fyri at fáa sáttmálan gjørdan. Tað er hennara fatan, at Heilsumálaráðið, sum er samráðingarpartur, ikki hevur nóg nógva ella ikki brúkar nóg nógva orku til hesar samráðingar.
Katrin Gaard, fulltrúi í Heilsumálaráðnum sigur, at ráðið hevur sent felagnum fundarboð.
Hon sigur annars, at tað er trupult at gera sáttmálan. Ikki ber til bara at umseta ein danska sáttmála, tí her eru ergoterapurtarnir, sum sáttmálin fevnir um, privatir og ikki almennir, sum teir eru aðrastaðni.

Broytt kunngerð
Áður var eingin trupulleiki hjá foreldrum at børnum við breki ella varandi sjúku at fáa ergoterapi til børnini. Tað kravdi bara eina ávísing frá kommunulæknunum, og rokningin varð send Almannastovuni.
Men so varð kunngerðin hjá Almannastovuni broytt soleiðis, at treytin fyri at veita stuðulin er sáttmáli við Ergoterapeutfelagið.
Ergoterapeutar hava hóast sáttmálaloysi í nøkrum førum átikið sær at geva børnum ergoterapi og bíða við at senda rokningina.
Heilsumálaráðið sigur, at tá ið sáttmálin er komin í hús, verða rokningarnar rindaðar.
Men eftir standa fleiri børn við limsbreki ella varðandi sjúku og fáa ikki ta ergoterapi, sum tey hava fyri neyðini.